Tað er nú greitt, hvørji 12 lond skulu við til OL í manshondbólti næsta summar. OL verður í Tokyo í døgunum 24. juli til 8. august.
Tey 12 londini, sum skulu við til OL, eru Danmark, Noreg, Frakland, Svøríki, Týskland, Portugal, Brasilia, Japan, Spania, Egyptaland, Argentina og Bahrain.
Hetta er fyrstuferð síðani 1972, at mansliðið hjá Noreg er við í OL.
Spældir verða tveir bólkar, har fýra tey fremstu liðini í hvørjum bólki spæla seg víðari til fjórðingsfinalurnar.
Styrkisløgini eru hesi:
1. Danmark og Noreg
2. Frakland og Svøríki
3. Týskland og Portugal
4. Brasilia og Japan
5. Spania og Egyptaland
6. Argentina og Bahrain