Hesi vóru orðini av tingsins røðarapalli

Politikararnir Óli Breckmann, Edmund Joensen, løgmaður og Bjørn á Heygum brúktu í gjár tingsins røðarapall til, á ein sera grovan hátt, at niðurgera almenn starvsfólk

Óli Breckmann um SL:

»Ein fuglfirðingur knoklaði og sveittaði hvønn einasta dag í árinum . . . pengarnir tiknir frá honum . . . Niður í Strandferðsluna. Til svans og tvætl.

Tað sama var galdandi fyri ein lastbilsjafør. Hann royndi frá morgni til myrkurs at breyðføða seg og familjuna . . . Helvtin av degnum stolin frá honum av landskassanum. Til hvat? At geva Strandferðsluni fyri at Strandferðslan skuldi kunna oyileggja arbeiðsplássið hjá hesum manni. So var mann smartur við hvørt. Mann keypti bilin frá honum, ella mann keypti hansara arbeiðskraft. Og so endaði hann har við bureaukratiskari kasjett.

Og eg skal heita á løgmann at halda so leingi út í Tinganesi, at vit fáa ruddað upp í hesum rottureiðrinum, so at vit fáa privatiserað henda her køstadungan av útnyttilsi av stakkals borgarum, sum betala til hetta svansið og verða biltir inn, at tað hevur nakað við flutning av fólki og farmi og tænastustøðið at gera.«


Edmund Joensen um privatisering av SL:

»Tað er ongin, sum fæst at trúgva, at ein almennur bussur koyrir bíligari og við betri service enn ein privatur. Tað er heldur ongin lastbilaeigari í Føroyum, sum ikki heldur, at hann kann gera tað bæði betri og bíligari. Ei heldur ein verkstaðseigari, sum ikki vil loysa eina uppgávu fyri ein kunda. So hví í Jesu navni hava vit hetta á almennum hondum, tá hetta kann gerast á privatum hondum.«


Bjørn á Heygum um privatisering av SL:

»Eg eri sannførdur um, at allar hesar uppgávurnar viðvíkjandi bussum og trailarum, lastbilum og hvat tað nú er, kundu verið gjørdar av privatum fult so gott sum av tí almenna. Tað er ongin ivi um tað. Men tað gleðir meg, at løgmaður nú er farin av álvara í holt við at gjøgnumføra tað, sum stendur í samgonguskjalinum, og eg vóni tað kann eydnast at fáa nakað ítøkiligt av skafti, áðrenn hetta valskeiðið er runnið, so vit fáa eina rationella flutningsvinnu her á landi, har tað ikki bara verður hesin almenni koddapolitikkurin, sum valdar, at tað er líka mikið hvønn innsats tú gert, so fært tú tína føstu løn. Tað skal helst vera soleiðis, at vit verða lønt eftir avriki, og tann effektivasti mátin at gera tað upp á er at útbjóða hesar uppgávurnar til privatar. Tástani fáa vit nakað fyri okkara pengar. Tástani koma teir til sættis. Tástani fungerar hetta samfelagið rationelt.«