Hesin fyrrverandi forsætisráðharrin setur Faroe Pride

- Fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir og kona hennara, Jónína Leósdóttir, luttaka í ársins Pride skrúðgongu og seta árliga tiltakið, sum aftur í ár endar á Vaglinum. Umframt ókeypis konsert við Danny frá Danny & The Veetos, Heiðriki á Heygum, eini serligari Ælaboga kavalkadu o.ø., so verða Ársins Hinskynd heiðrað á pallinum eins og Ársins Róland og Ársins Miðlavirðislønin verða lætnar, skrivar LGBT í tíðindaskrivi í kvøld. 

 

 

Fyri áttandu ferð, fer LGBT Føroyar, rørslan til frama fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum, at hátíðarhalda ymiskleikan í Føroyum við árliga tiltakinum ”Faroe Pride”.

 

 

- Síðstu árini hevur tiltakið drigið ymisk navnafram føroysk og útlendsk fólk til sín. Eitt nú Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavn, Jón Gnarr, fyrrverandi borgarstjóri í Reykjavík, Marjum Bæk, prestur og fyrrverandi amerikanski sendiharrin, Rufus Gifford og maður hansara, greiðir LGBT frá. 

 

 

- Í ár hava fyrrverandi forsætisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónína Leósdóttir, játtað at luttaka og seta ársins Faroe Pride. Umframt at vera fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Íslandi, so var hon eisini fyrsti opni samkyndi landsleiðarin í heiminum. Hetta er fyrstu ferð, at fyrrverandi forsetisráðharraparið vitjar aftur í Føroyum, eftir nógv umrøddu almennu Føroyavitjanina í 2010, sigur felagið. 

 

Faroe Pride skrúðgongan byrjar 27. juli kl. 16.00.

 

- Eins og undanfarin ár, fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er veruliga at seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætlað LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar, sigur LGBT. 

 

Byrjað verður við Tórsvøll kl. 16.00, har skelti, fløgg, ballónir og annað litfagurt tilfar verður deilt út til luttakararnar. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, har endað verður mitt á Vaglinum. Har verður skipað fyri stórari ókeypis konsert og familjuvinarligum undirhaldi.

 

 

Ársins Hinskynd verða somuleiðis heiðrað á pallinum, eins og Ársins Róland og Ársins Miðlavirðisløn verða lætnar.