Hesin skal bjarga Manchester United

Premier League: Enn eina ferð er talan um ein portugisa, sum skal bjarga Manchester United

Hóast Manchester United hevur skift venjara, so hava avrikini ikki verið sannførandi. Tað eru ymiskar meiningar um hvar á vøllinum trupulleikarnir liggja, men eitt boð er á miðvøllinum.

 

Í 1-0 ósigrinum fyri Wolerhampton á Old trafford vístu gestirnir hvussu tú spælir bólt á miðjuni. Tí skal Manchester United og nýggi venjarin, Ralf Rangnick, hava víst áhuga fyri Ruben Neves.

 

Portugisiski miðvallarin spælir við Wolverhampton og hevur fyrr verið settur í samband við størri feløg. Seinastu tveir bjargingarmenninir hava eisini verið úr Portugal. Teir eru Bruno Fernandes og Cristiano Ronaldo.

 

Bretskir miðlar skriva, at prísurin fyri 24 ára gamla miðvallaran er omanfyri 300 milliónir krónur. Manchester United spælir í kvøld móti Aston Villa í 3. umfari í FA Cup.