ÍF boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Gudmund Danielsen, sum verður kropsligur venjari hjá uppflytarunum í Fløtugerði. ÍF er aftur í bestu deildini.
- Vit kunnu í dag avdúkað, at Gudmundur Danielsen, er settur sum fysiskur venjari hjá ÍF komandi árið. Gudmundur er 39 ára gamal og hevur lisið ítróttarvísindi á Universitetinum í Aberdeen Hann var frá 2017 til 2020 fysiskur venjari hjá KÍ . Tey seinastu 2 árini, hevur hann verið hjá NSÍ, eisini sum fysiskur venjari, skrivar ÍF.
Higartil er Jákup Nolsøe Olsen einasta tilgongdin, og hann hevur tá bara verið í útlegd á Skála í eitt ár. Fleiri av teimum ungu og lokalu hava longt sáttmálan, men væntandi skal ÍF heinta onkrar profilar, fyri at klára seg í Betri deildini.