NSÍ skal hava nýggjan venjara, eftir at fyrsta valið hjá felagnum, Heðin Askham, hevur gjørt trý ára sáttmála við HB.
- Vit leita í heimliga umhvørvinum, segði Kinna F. Olsen, forkvinna í NSÍ, við in.fo týsdagin, eftir at tað gjørdist greitt, at Heðin Askham ikki helt fram í felagnum.
Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ, sigur at nú verður bíðað eftir, at leiðslan í felagnum kemurvið einum útspælið um hvat fyri leið og venjara felagið kundi hugsar sær.
Lokal nøvn sum Trygvi Mortensen og Jens Martin Kundsen eru upp á tal, meðan Jógvan Martin Olsen er eitt annað alternativ. Trygvi Mortensen og Jens Martin Kundsen hava drúgva søgu í felagnum, meðan Jógvan Martin Olsen ongan viðmerking hevur til framtíðina.
Umframt teir, so eru tað menn sum John Petersen og Milan Kuljic, ið kunnu nevnast. NSÍ hevur meldað út, at talan verður um venjara, sum er kendur í føroyskum fótbólti og heldur til her á klettunum.
Eitt annað navn, sum hevur verið nevnt er Piotr Krawkowski, sum í ár var venjari hjá 07 Vestur. Hetta er, sum skilst, ikki upp á tal.
NSÍ stríðist eisini við at halda upp á landsliðsspælaran, Pól Jóhannus Justinussen. Sum skilst, so hevur NSÍ ikki mist vónina um at halda upp á landsliðsspælaran, sum leitar eftir felagi tættari upp á høvðusstaðin.
Tíðliga ljóðaði, at EB/Streymur og AB vóru tvey av feløgunum, sum hava víst honum áhuga. EB/Streymur skal hava styrk á miðvøllin um Pætur Dam Jacobsen og møguliga Arnar Dam ikki halda fram í sundalagnum. Fyri AB snýr tað seg um at finna ein profil til besta liðið, men tað tykist ósannlíkt, at hann endar í AB.
Sum skilst, so er HB ikki eitt av feløgnum, ið hevur víst Pól Jóhannusi áhuga. Hóast hann er fastur á landsliðnum, so verður sum skilt ikki mett, at hansara spælistílur passar til vongspælið hjá HB.
Les eisini: NSÍ missur møguliga landsliðsspælara