Hesir fótbóltsspælarar eru best løntir

So nógv forvinna heimsins bestu fótbóltsspælarar

Viðurkenda blaðið France Football hevur í útgávuni, sum kemur út í morgin, gjørt eitt yvirlit yvir heimsins best løntu fótbóltsspælarar. Yvirlitið byggir á lønarinntøkur, bonus og stuðulsinntøkur í hesum kappingarárinum.


Best lønti fótbóltsspælarin er Cristiano Ronaldo, sum forvinnur góðar 700 milliónir krónur í hesum kappingarárinum.

Í hølunum á honum er Lionel Messi, sum fær umleið 570 milliónir krónur í kassan í hesum kappingarárinum.

Siðani koma Neymar við 412 milliónum og Gareth Bale við 304 milliónum.

Allir teir ovastu á listanum spæla í sponskum fótbólti - antin fyri FC Barcelona ella Real Madrid.

Sambært France Football er best lønti venjarin José Mourinho, sum fær góðar 200 milliónir krónur um árið sum venjari hjá Manchester United.