Hesir fiskaðu mest í Klaksvík

Tann størsti fiskurin var 112 sentimetrar

Leygardagin var aftur fiskikapping í Klaksvík. Hetta var kappingin, sum, sum seglskipið og skúlaskipið, Dragin, plagar at skipa fyri.  Fyriskipararnir siga, at ellivu bátar vóry við í kappingini og tilsamans fingu teir góðar 28 sentnarar, ella 2.825 pund

Úrslitið av kappingini gjørdist hetta:

Tað var báturin, Malla, sum vann kappingina og teir avreiddu 499,6 pund. Manningin var Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard. Vinningurin var ein kekkur í part uppá 4.000 krónur. Á øðrum pássi var báturin, Eydnufarið, sum fekk 424,4 pund. Manningin var Jakup Eydnugarð og Jógvan Johannesen. Vinningurin var ein kekkur í part upp á 3.000 krónur. Nummar trý var báturin ,Hvannrók, sum fekk 270 pund. Manning var Finn Baldvinsson og Jógvan Fróðin Baldvinsson.Vinningurin var tveir kekkar upp upp á 2.000 krónur.

 

Tann størsta fiskin fekk Jakup Eydnugarð við Eydnufariunum. Hetta var ein toskur sum var 112 cm og vigaði 12,72 kilo. Vinningurin var ein gávukekkur upp á 2.000 krónur. Eisini var lutakast ímillum bátarnar, ið ikki vóru millum vinnandi bátarnar. Hetta vann báturin, Benjamin, við Sólarn Isaksen og Marni Isaksen. Vinningurin var ein kekkur upp á 2.000 krónur. Allur peningurin, sum kom inn, fó til seglsipið, og skúlaskipið, Dragan.

 

##med2##

 

##mes3##

 

##med4##

 

##med5##