Hesir føroyingar royndu seg í danska Grand Prixnum

Carlsen systrarnar úr Havn eru tær síðstu av føroyingunum, sum hava roynt seg í danska Melodi Grand Prixnum – har kappast verður um, hvør sleppur víðari í altjóða Eurovsioan Song Contest kappingina, sum verður í Lissabon í kvøld.

 

Tær tríggjar systrar, Vanja, Laila og Barbara, royndu seg í donsku undankappingini við sanginum »Standing Up For Love«, sum sviarnir Thomas Thørnholm og Michael Clauss hava gjørt saman við amerikanaranum Dave Rude.

 

Tað eru 10 luttakarar, sum sleppa í donsku undankappingina, men føroysku umboðini vóru ikki millum teir luttakararnar, sum komu víðari í finaluumfarið, sum víkingurin Rasmussen vann við víkingasanginum »Higher Ground«

 

Fleiri føroyingar hava luttikið í Eurovision-kappingum uttanlands – serliga í donsku kappingini. Niðanfyri ber til at lesa, hvussu tað gekst luttakarum í danska Grand Prixnum.

 

 

1979

Annika Hoydal Aldan

Við sanginum Aldan, sum Annika Hoydal hevði skrivað saman við beiggja sínum Gunnari, luttók føroyska songkvinnan í danska Grand Prixnum í 1979.

 

Hetta var sera forkunnugt fyri føroyingar tá í tíðini. Sangurin, sum var á føroyskum máli, endaði sum nummar fýra og gjørdist seinni fólkaogn í Føroyum.

 

2002

Pætur við Keldu Som En Drøm

Í 2002 luttók klaksvíkingurin Pætur við Keldu í danska Grand Prixnum við sanginum »Som En Drøm«, sum hann sjálvur hevði skrivað. Systurin Tóra við Keldu sang kór til sangin, sum endaði sum nummar 5.

 

2004

Petsi Tvørfoss

Gøtukvinna Petsi Tvørfoss var í 2004 partur av danska Grand Prixnum, tá ið hon sang sangin »Mest Når Det Er Regn«, sum Niels Drevsholt hevði skrivað. Petsi gjørdist nummar 5 í kappingini, sum hetta árið varð hildin í Aarhus.

 

2008

The Dreams La’ Mig Være

Tað tóktist eitt sindur skeivt, at punkrockbólkurin The Dreams luttók í Grand Prixnum í 2008, men tað var ivaleyst júst hugsanin við luttøkuni. The Dreams framførdi rocksangin »La’ Mig Være«, og teir endaðu sum nummar 4.

 

2010

Jens Marni Gloria

Í 2010 var aftur føroysk luttøka í danska Grand Prixnum, tá ið Jens Marni Hansen royndi seg við rocksanginum Gloria, sum danskir sangskrivarar høvdu skrivað. Jens Marni fekk sera nógvar hygg jaraatkvøður, men dómarabólkur hevði eisini ávirkan, og Jens Marni kom ikki millum fýra teir seinastu sangirnar í kappingini.

 

2016

Kristel Lisberg Who Needs a Heart

Fyrraárið var Kristel Lisberg við í danska Grand Prixnum. Hon sang balladuna »Who Needs a Heart«, sum Sara Ljunggren og Jonas Gladnikoff høvdu skrivað. Fimm av teimum tíggju sangunum í kappingini fóru í finaluumfarið – sangurin hjá Kristel var ikki ein teirra.