Hesir hava beina kós móti HM í Katar

HM 2022: Turkaland hevur sett bæði Holland og Norra upp á pláss í HM-undankappingini

Í dag eru nakrir dystir í 2. umfari í HM 2022-undankappingini í Evropa. Í bólki G hava øll seks liðini spæld í kvøld, og tað er ein stórur vinnari. Turkaland!

Teir vunnu í fyrsta umfari á 4-2 á Hollandi, og í kvøld vann Turkaland heilli 3-0 á Norra. Tað hevur annars verið lagt upp til, at eitt nýtt ættarlið av stjørnuskotum, eitt nú Martin Ødegaard og Erling B. Håland, skulu føra Norra til eitt endaspæl.

Tað ber framvegis væl til, men nógv bendir á at Turkaland ætlar sær eitt av atgongumerkjunum til HM-endaspælið í Katar um veturin í 2022. Turkaland kom á odda tíðliga í dystinum við máli frá Ozan Tufan, sum spælir við Fenerbahce í heimlandinum.

Norra royndi at svara aftur, men tá teir fingu bóltin í málið, var tað rangstøða. Stutt seinni økti miðverjin hjá Leicester, Caglar Soyuncu, eftir hornaspark. Tá so Ozan Tufan fýra minuttir inni í seinna hálvleiki rakti málið fyri aðru ferð í dystinum, so var 3-0. Tað endaði við at Kristian Thorstvedt fekk beinleiðis reytt kort.

Holland vann 2-0 á Lettlandi, meðan Montenegro vann greiða 4-1 sigur á Gibraltar.

Bólkur G:

1.     Turkaland 6

2.     Montenegro 6

3.     Holland 3

4.     Norra 3

5.     Lettland 0

6.     Gibraltar 0