Lionel Messi - Cristiano Ronaldo – Franck Ribery. Tað verður ein av hesum, sum vinnur FIFA Ballon d’Or 2013. Tað er heitið fyri besta fótbóltsspælarin í kalendaraárinum 2013. 27 spælarar vóru á upprunaliga listanum, men nú er greitt, at hesir eru teir tríggir, ið hava fingið flest atkvøður.
Lionel Messi: (Argentina og FC Barcelona)
Bóltsnillingurin úr Argentina hevur vunnið heitið fýra ár upp í slag. Í ár hevur tó ikki gingið eins væl hjá Barcelona framherjanum, sum hevur verið skaddur seinastu tíðina. Hann stóð seg heldur ikki væl í avgerandi dystunum í Champions League, tá hann somuleiðis hevði skaða at dragast við.
Cristiano Ronaldo: (Portugal og Real Madrid)
Hevur í fleiri ár verið í skugganum av Lionel Messi, men tykist hava yvirhálað bóltsnillingin úr Argentina í ár. Hevur verið undangongumaður hjá Real Madrid og sparkaði Portugal til HM í Brasil. Er favorittur hjá veddingarfyritøkunum.
Franck Ribery: (Frakland og Bayern Munchen)
Fraklendingurin verður roknaður sum ein “outsidari” til at vinna heitið. Hann vann heitið sum ársins spælari í Evropa fyrr í ár. Hann er ikki eins eyðsýndur og málsøkin sum Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, men hevur hinvegin vunnið Champions League, Bundesliguna og týsku steypakappingina í farna kappingarári.
Vinnarin verður funnin 13. januar í 2014. Tað eru landsliðsvenjarar, liðskiparar á landsliðunum og eitt tíðindafólk úr hvørjum FIFA landi, sum atkvøða.