Heskey brotið fótin

Eftir at hava verið vrakaður til enska fótbóltslandsliðið í trý ár spældi Emilie Heskey aftur fyri Ongland í dystinum ímóti Russlandi í farnu viku. Hann stóð seg sera væl í dystinum og var ein viðvirkandi orsøk til, at Ongland vann 3-0. Heskey fekk nógv rós eftir dystin og fekk veruliga endurreisn sum fótbóltsspælari, men nú er hann í ringum lagi, tí leygardagin breyt hann fótin í dystinum ímóti Fulham. Heskey kann tí ikki spæla næstu landsdystirnar fyri Ongland.