Oljuleiting
Nógv umrøddi og eygleiddi brunnurin hjá The Faroes Partnership samtakinum við Amerada Hess á odda, 204/16 1 í bretskum øki verður boraður ein av fyrstu døgunum í juli mánað tvs. um ein góðan mánað. Hetta er tann brunnurin, sum øll oljufeløgini, ið hava áhuga í Atlansmótinum, fylgja við stórum áhuga. Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess sigur, at teir rokna við, at boriskipið West Navion verður liðugt við sína seinastu boring fyri Marathon í kanadiskum sjógvi einaferð í juni og heldur tað so beina leið til staðið, har tað skal bora ein metingar- og avmarkingarbrunn stutt frá føroyska markinum.
West Navion
West Navion hevur verið fyri fleiri óhappum, og tí er boringin nakað seinkað. Hon var upprunaliga ætlað til í juni. Hetta fær tó ikki stórvegis avleiðingar fyri boringina, sum altjóða oljuverðin bíðar eftir í stórum spenningi. Orsøkin til stóra áhugan er tann, at henda boringin vónandi fer at geva nógv fleiri upplýsingar um tað fundið, sum Hess gjørdi á føroyskuim øki í fjør. Tá vórðu týðandi nøgdir av olju funnar, men rakk tann eina boringin ikki til at siga, um talan er um eitt lønandi fund. Nú tað verður hildið við rættiliga stórari vissu, at fundið eisini røkkur um markið inn á bretskt øki, har Hess og hini feløgini eru so heppin at hava loyvi, vænta og vóna oljuserfrøðingarnir hjá Amerada Hess at fáa nýggjar upplýsingar, sum í fyrsta lagi kunnu siga, hvussu stórt fundið í veruleikanum er.
Tað er tó ikki nóg mikið bara við hesum eina metingarbrunninum at gera av, um fundið er lønandi. Ben Arabo sigur, at tað skal helst borast ein brunnur aftrat fyri at koma til eina niðurstøðu. Tann brunnurin verður so møguliga í føroyskum øki í næsta ár.
Partnership samtakið skal eisini bora ein leitingarbrunn í bretskum øki í ár. Tann brunnurin, sum ber navnið Campo og sum liggur nakað norðan fyri Schiehallion oljufeltið og stutt frá markinum, verður boraður einaferð í september av West Navion. Hesin brunnurin er í einum øki, sum vinnan annars hevur sett stórt álit á. Hann liggur ikki so langt frá oljufundinum Suilven, sum BP gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Eitt fund, sum tó eingin avgerð enn er tikin um at framleiða frá.
BG
Vit spurdu Ben Arabo, hvussu stætt er við British Gas, sum jú ikki vildi vera við til at bora tann niðasta partin av brunninum á landgrunninum í fjør, har olja varð funnin. Hann sigur, at hetta er nakað, sum vit mugu tosa við teir um men vísir á, at enn er støðan tí viðvíkjandi óbroytt. Tað eru bara Amarada Hess, Dong og Atlants Kolvetni, sum eru við í tí partinum av boringini. BG hevur tó møguleika at koma uppí aftur. Greiðar reglur eru fyri slíkum. Hvat viðvíkur brunninum í bretskum øki, sum borast skal í juli, so er tað alt samtakið, ið stendur fyri honum, tvs. eisini BG. Hugsandi er at felagið møguliga bíðar eftir úrslitinum av hesum brunninum. Verður tað gott, so kann hugsast, at felagið verður partur av øllum brunninum á Føroyaøkinum eisini.