Hesum hava vit bíða eftir í fýra ár

­ Hetta hevur verið sum ein long jarðarferð?

­ Hetta er ein stórur dagur hjá okkum í Sandoynni. ­ Hetta er tað, vit hava bíðað eftir í fýra ár nú.

Jógvan Finnur Tungá á Sandi var ein av teimum hepnu, sum fekk arbeiðsboð hósmorgunin.

Men hann hevur arbeitt síðani á ólavsøku við at rigga virkini til.

Hann sigur, at hetta er ein stórur og gleðiligur dagur í Sandoy.

­ Hetta er dagurin, vit hava bíðað líka síðani Fiskavirking stongdi bæði virkini, sigur hann.

Sjálvur hevur hann verið til skips, men mátti gevast í januar, tá ið hann meiðslaði seg í knæið.

Hann sigur, at tað merkist týðiliga, at lív er komið í aftur niðri á keiini.

­ Vit hava verið sum til jarðarferð nú í fleiri ár. Men nú er annað lag á fólki Tey práta dúgliga og smílast meiri, enn tey hava gjørt longi.

Men hann duldi heldur ikki fyri, at sandoyingar settu sera stórar vónir til hetta tiltak og at virkini fara at fáa nóg mikið av fiski, hóast harða kapping.


Falla heilt í fátt

Eisini flakakonurnar báðar, Sonja Petersen á Sandi, og Kristrun Kjærbo í Skopun, fegnast um at fáa flakaknív aftur í hondina.

Sonja hevur verið arbeiðsleys í fýra ár, og tá ið Kristrun fór í barsilsfarloyvi varnaðist hon ikki, at tað skuldi verða byrjanin til níggju ára vinnuloysi.

Sonja heldur, at tað er heilt ótrúligt at sleppa aftur til arbeiðis.

­ Eg var fallin heilt í fátt av at ganga fyri onki dag um dag. Og hóast eg skuldi havt góða tíð, er sannleikin tann, at eg fekk onki upp ílag, sigur hon.

Kristrun samtykkir og heldur, at hetta er vanligt fyri fólk, sum ganga arbeiðsleys.

Sonja sigur, at hon mist arbeiðið, nettupp tá ið húsini vóru reist, og hon hevði mest brúk fyri arbeiði.­ Men tíbetur siglur maðurin úti, annars gekk tað slett ikki, hóast tað hevur verið strævið.

Kristrun sigur, at tað er ein ótrúligt broyting, sum hevur verið á Sandi seinastu dagarnar.

­ Fólk eru blivin glaðari, lívligari og prátingarsamari.

Sjálv hevur hon ongantíð ætla sær at rýma.

Hjá Sonju forbjóðaði tað seg sjálvt, tí tað hevði ikki verið hugsingur um at sloppið av við húsini, sigur hon.