Hesum kann U21-landsliðið møta í HM-endaspælinum

Lutakastið til bólkarnar verður 17. januar

HSF skrivar í dag: - Týsdagin 17. januar verður lutakastið til U21 HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.

 

32 lið skulu lutast í 8 bólkar á 4 lið og eru Føroyar styrkismettar í potti 2. Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki koma víðari til ovaru millumrundun, meðan tvey tey niðaru koma í niðaru millumrunduna. Hareftir eru dystir eftir cup-skipan.

 

Pottur 1: Spania, Portugal, Egyptaland, Serbia, Svøríki, Ungarn, Algeria, Frakland

Pottur 2: Týskland, Danmark, Slovenia, Brasil, FØROYAR, Grikkaland, Ísland, Pólland

Pottur 3: Japan, Bahrein, Kuveit, Tunesia, Argentina, Kili, Kuba, Kroatia

Pottur 4: Australia, Angola, Marokka, Libya, Kosta Rica, Saudia Arabia, USA, IHF Trophy vinnarin

 

Føroyar vann seg til HM-endaspælið við at enda sum nummar 10 til U20 EM-endaspælið í Portugal í summar.

 

HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi í døgunum 20. juni til 2. juli.