Hetjurnar eru allar á vøllinum

Uppstillingin hjá KÍ í Dublin er tann sama, sum hon var fyri einari viku síðani

Klokkan 19.30 verður fyrsta bríksl suðuri í Dublin, har Dundalk FC og KÍ fara at stríðast um pláss í bólkaspælinum í Europa League.

Mikkjal Thomassen hevur valt teir somu ellivu at vera á vøllinum frá dystarbyrjan í kvøld, sum vóru á vøllinum frá byrjan í 6-1 sigrinum ímóti Dinamo Tbilisi:

Tað eru átta stig í Dublin, turt og vøllurin er góður at spæla á.

 

Dundalk FC - KÍ kl. 19.30

Dómarabólkur úr Italia: Maurizio Mariani, Matteo Passeri, Daniele Bindoni og Michael Fabbri (fjórði dómari)

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brink – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð, Ole Erik Midtskogen

Á beinkinum: Lukasz Jarosiński, Dávid Langgaard, Ísak Simonsen, David Škrbec, Jonn Johannesen, Ólavur Niclasen, Boris Došljak