Hetta er ein gamal dreymur sum verður veruleiki

Kommunan skal nokk gera sín part, sigur borgarstjórin

– Hetta ljóðar øgiliga spennandi og hetta fegnast vit um.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at ætlanin um at gera eitt hotell í Klaksvík, er ein gamal dreymur.

Í gjár skrivaðu vit, at ætlanin er at byggja gistingarhús við 80 kømurum í nýggja miðbýnum í Klaksvík, og hotellið skal byggjast uttast á útfyllingini á vágni.

Les meiri um tað her: Byggja nýtt hotell norðanfyri

Jógvan Skorheim heldur, at hetta fer at fáa sera stóran týdning fyri Klaksvík, og hann sigur, at parturin hjá Klaksvíkar kommunu í ætlanini, skal ikki liggja eftir.

 

Trýst á pílin undir myndina og hoyr borgarstjóran í Klaksvík siga sína hugsan um ætlanina at byggja hotell í Klaksvík.