- Hetta er ein katastrofa

Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er bersøgin um víðkaða arbeiðssteðgin

- Hetta er ein katastrofa. Støðan er kaotisk, tí talan er um sjúk fólk. Tað eru eini 18-20 fólk á deildini í løtuni, og tey flestu verða útskrivaði. Til hvat veit eg ikki heilt enn, men tað muga vit bara finna út av. Vit muga snakka við heimahjálpina, kanna við heimini og vita hvat ber til. Hetta er ein keðilig støða at enda í.


Tað sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahús, nú Felagið Føroyskir Sjúkrarøltarfrøðingar hava víðkað um verkfallið til eisini at umfata seingjadeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og seingjadeildina á G4.


Í onkrum føri fer sjúkrahústjóri tó at biða um undantak, upplýsir stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.


- Vit kunna ikki annað enn at útskriva sjúklingar. Har tað ber til fara tey heim, har tað ikki ber til, verða tey verandi eftir og so muga við biðja um undatak frá fakfelagnum, sigur Heri Ellingsgaard.


Í dag er ein vika síðan, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið slitnaðu, og felagið lýsti verkfall fyri allar narkosusjúkrarrøktarfrøðingar. Mánadagin bleiv verkfallið víðkað til at fevna um leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum og hósmorgun bleiv seingjadeildin B7 á Landssjúkrahúsinum stongd, eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnar á deildini fingu boð um at leggja arbeiðið niður.