Hvussu kennist avgerðin hjá Helenu Dam á Neystabø ikki at stilla upp aftur hesaferð, nú valdysturin hevur verið í hæddini, og løgtingsval verður í morgin?
- Tað er ein løgin kensla, tí eg havi stillað upp til at kalla hvørt løgtingsval síðan 1990. So, nakað av abstinensum havi eg sjálvandi. Men, eg eri enn sannførd um, at tað var rætt fyri meg at steðga við landspolitikki nú. Eg byrjaði í politikki í 1990, tá tað stóð allar ringast til í Føroyum, og tað er ein góð kensla at hava verið við til at taka tey tøk, sum hava fingið okkum úr teimum djúpu kreppum.
Helena Dam á Neystabø dylur ikki, at tað mangan hevur staðið nógv á, men hon heldur, at Føroyar hava ment seg ómetaliga nógv sum tjóð við sjálvsábyrgd.
- Sjálvandi eru enn stór mál fyri framman, sum skulu røkkast, so vit kunnu siga, at øll hava fingið lut í menningini. Men, eg haldi, at vit eru á rættari leið. Bara tað, at fólkatalið veksur, og at tey ungu velja Føroyar er í sær sjálvum ein risastórur sigur og ábyrgd at hava.
Hon sigur seg vera ógvuliga takksama og eyðmjúka fyri tað álit, hon hevur fingið frá veljarunum øll hesi ár.
Hvat væntar tú av løgtingsvalinum?
- Spurningurin er, hvat man vónar, og hvat man væntar. Eg má veruliga siga, at eg bæði vóni og vænti, at fólkið fer at geva flokkunum, sum hava myndað hesa samgonguna, eina álitisváttan at halda fram. Eg veit, at tað hevur verið baldrut, og at vit hava brúk fyri konsolidering. Men, øll vita eisini, at tað var neyðugt í 2015 at stabilisera føroyska búskapin, at venda halli til avlop, at fremja nýskipanir – og ikki minst at tryggja eitt javnari býti millum føroyingar av virðum landsins.
Hon heldur, at Føroyar eru ávegis, men enn er ikki komið á mál.
- Helst verður neyðugt at fremja tillagingar í bæði fiskivinnulóggávu og vælferðarlóggávu. Tað hevur rembingar við sær at fremja grundleggjandi broytingar. Men, at rulla alt aftur hevði verið ein vanlukka.
Hvør heldur tú fer at mynda samgongu eftir valið?
- Eg rokni við, at verandi samgonguflokkar halda fram, um teir kunnu telja upp í 17 eftir valið. Eg hugsi eisini, at Sambandsflokkurin kundi verið við til at borið politisku málsetningarnar á mál - málsetningar um einar sjálvberandi, kappingarførar, rúmligar og burðadyggar Føroyar, har virðini verða javnt býtt.
Hvat heldur tú eigur at fylla nógv hjá einari komandi samgongu? spurdu vit eisini Helenu Dam á Neystabø.
- Tað er neyðugt at halda fast um ein varnan fíggjarpolitikk, sum bjálvar okkum til møgulig búskaparlig bakkøst. Tað er neyðugt at gera arbeiðið liðugt við fiskivinnulóggávuni, grøna orkuskiftið má koma undir land í hesum valskeiði, og serligur dentur skal leggjast á heilsuverkið, brekøkið og integratión. Vit mugu eisini halda fast um politikkin, sum hevur til endamáls at fjølga um ungu ættarliðini í Føroyum, og her er ikki minst mentanarpolitikkur týdningarmikil, sigur Helena Dam á Neystabø.