– Hetta rakar nógv fólk og nógvar familjur, so hetta er ein syrgiligur dagur fyri okkum øll.
Soleiðis sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Hetta sigur hon í sambandi við, at fleiri starvsfólk í Atlantic Airways í dag eru uppsøgd.
Summi av starvsfólkunum hava verið í starvi hjá Atlantic Airways í nógv ár.
Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu útlitini eru fyri, at hesi fólkini koma aftur til arbeiðis.
– Tað tora vit ikki at siga nú. Her eru 140 fólk eftir í Atlantic Airways, og avbjóðingin hjá okkum er, at her er onki virksemi, sigur Jóhanna á Bergi.
Hoyr alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jóhannu á Bergi við at trýsta á pílin undir myndini.