Hetta er løtan, ið vit fimm í orðabókarritsjtórnini leingi hava stundað á, og nú er hon um síðir upprunnin. Tað er við inniligari frøi og takklæti, men heldur ikki sørt við bivan, at vit heilsa útgávudegnum. Væl skilja vit tað ótol, ið mong hava sýnt, tí tørvurin er sum vera man stórur á orðabók, ið hevur at goyma tað nógva av tí orðfeingi, ið nýggj tíð hevur í viðføri, umframt meginpartin av orðaarvinum. Tað er eisini ov langt síðan, at føroysk orðabók hevur sæð dagsins ljós. Tann orðabókakostur, ið okkum leingi hevur verið til taks, er onnur útgáva av donsku-føroysku orðabókini frá 1961 og eykabind hennara frá 1974. Nógv er hent í føroyskum máli síðan tá, og nú var so fyri neyðini, at tað eydnaðist at útvega Føroya fólki orðabók, sum vónandi fer at roynast góð hjálp eina tíð fram. Henda orðabókin er frálík hinum eldru í tí, at hon er sonevnd móðurmálsorðabók ella einmálsorðabók. Tað er so at skilja, at orðalýsingar eru allar á føroyskum máli, har sum hinar høvdu tær á donskum. Tílíkar orðabøkur eru sjálvsagdur lutur hjá flestum tjóðum, men tó eru tær upp á seg nýggjar hjá grannatjóðum okkara. Hin fyrsta íslendska kom í 1962 og hin nýnorska í 1986. Aftur at sjálvari orðlýsingini ella skilmarkingini, sum vit nevna hana, koma samheiti, um tey eru til, tað eru orð, ið hava somu ella at kalla somu merking sum leitorðið - tað er orðið, ið stendur við grovum prentstíli á odda í eini grein. Tey eru eini 66 000 í orðabók okkara móti einum 40 000 í føroysku-donsku við eykabindi. Tó er í stakførum vikið frá megiregluni um hitt einmálsliga. Er tað eitt nú sjáldsamt nýkomið orð, er samsvarandi útlendskt heiti sett við aftast í greinini teimum til lætta, ið vilja leita sær upplýsing um fyribrigdið, sum orðið lýsir, eitt nú í útlendskum alfrøðibókum ella øðrum ritum, vanligast donskum. Sum siður er í orðabókum verður í stuttum borið við bendingina, t.d. hvørsfall í eintali og hvørfall í fleirtali við navnorð, men hetta kann við hvørt vera í minna lagi hjá tí, sum ivast. Til at bøta um hetta verður við einum tali víst til eitt yvirlit, har sum fullfíggjað bendingardømi er at finna. Hetta henta yvirlit hava teir báðir Bjarki Skaale og Óli Wolles evnað okkum til. Serkøn á mongum økjum hava verið góð í ávikum og hava gleðiliga latið okkum njóta av vitan síni. Tey eru øll nevnd í formælinum. Somuleiðis rættlesarar. Her nevni eg serstakliga Álv av Kák sála, ið ikki livdi at síggja verkið lokið. Hann minnast vit við virðing og tøkk. Orð koma vanliga ikki fyri uttan saman við øðrum orðum í setningum ella orðafellum. Tí hava vit lagt stóran dent á at geva ríviligt av nýtsludømum við orðunum í røttum høpi. Í bendingarmáli sum okkara kann mangan vera ivi um eitt nú, hvørjum falli, ið fyriseting stýrir. Um tílíkt eiga dømini at vera mong í bókini. Aftan í bókini er eisini eitt stutt yvirlit yvir føroyskar rættskrivingarreglur og ein dagførdur fólkanavnalisti. Ofta kann vera ilt í orðum at lýsa ein lut. Tá er ein mynd tøk. Vit hava verið so heppin at fáa Bárð Jákupsson listamann at gera stívliga 220 tekningar, ið prýða bókina. Takið til dømis føroyska bátin. Har eru eini fjøruti heiti. Á tekningini er sett tal við hvønn lutin, sum vísir til ein lista við heitunum. Tílík tekning sigur meir enn mong orð. Orðabókin kemur í tvinnanda líki. Í øðrum føri er tað bók í einum bindi við linari, men vónandi sterkari permu, hin í heldur størri broti og størri prenstíli í tveimum bindum í stívari permu. Hon hevur umframt ein lista við øllum orðunum skipaðum eftir stavrað aftanífrá, bakleiðis stavraðaðum, sum vit nevna tað. Soleiðis koma øll orð, sum hava seinna lið ella ending í felag at standa saman. Tílíkt kann vera áhugavert hjá summum at kanna, eitt nú teimum, ið enn yrkja við rími.
Ungt mál
Støðið undir arbeiði okkara er hitt stóra orðasavnið á seðlum, sum Chr. Matras professari sáli savnaði til sína tíð í Keypmannahavn og sum hann hevði heim við sær, tá ið hann kom at standa fyri hinum nýstovnaða Fróðskaparsetri Føroya í 1965. Longu fyrr hevði málstovnur Fróðskaparfelagsins keypt heim eitt avrit av savninun, sum so fór aftur til Keypmannahavnar, tá ið frumsavnið var higar komið til lands. Síðan hevur verið nørt um savnið við orðtøku úr bókum og ritum, men eisini úr talaðum máli. Mangir orðasavnarar hava latið tilfar til savnið. Mær rennur týður til ta góðu undirtøku, sum útvarpstátturin ?Orðabókin? fekk millum manna um alt landið. Øllum teimum, sum svaraðu til spurningar ella lótu orðatilfar óbiðin verður seint takkað til fulnar. Mong teirra eru ikki okkara millum longur. Føroyskt er so ungt sum skrivað mál. Tí er so mangt, sum ikki hevur funnið niður á pappírið, men hevur livað á manna munni ætt eftir ætt. Vit hava ikki havt umstøður í síðstuni at troyta alt tilfar, ið atgongt er í bókum, ritum og á ljóðbondum, men vón er at teldutøkt prenttilfar kann koma framtíðar orðabókararbeiði til gagns. Byrjað varð síðst í 80-árunum at skriva handrit við hond sum í gamlar dagar, síðan á tekstviðgerðarforrit á teldu, men so tóku teir á Teldudeildini og evndu til eitt frálíkt ritstjórnarforrit, stutt nevnt RiSt, sum hevur kollvelt ritstjórnararbeiðið. Heini Justinussen teldutøkningur hevur javnan bøtt um forritið í samstavi við ritstjórnina og veitt hjálp og leiðbeining, tá iðá hevur staðið. Forritið hevur roynst sera hent. Eftir brotparti av sekundi kanst tú ferðast um alt tilfarið til at gera ymsar kanningar og samanburðir, og lætt er at rætta og endurskoða, taka burturúr og seta afturat. Hetta valaforrit hevur vakt ans uttanlands. Triðja útgáva av íslendsku móðurmálsorðabókini er nú í gerð, og til tað hava tey útvegað sær forritið RiSt. Danskt orðabókarforlag hevur eisini fingið sær forritið til nýtslu. Tað at orðabókarhandrit okkara er arbeitt á henda hátt hevur gjørt tað møguligt at geva hana út eisini á fløgu í teldutøkum líki. Eisini var tað á tann hátt prentbúgvið frá okkara hond. Umbrotið gjørdi Flóvin Tyril væl og vandaliga. Petur Zachariassen, ið hevur verið verkstjóri fyri orðabókartiltakinum, Anfinnur Johanssen ritstjóri og Heini Justinussen fara seinni at vísa okkum, hvussu allur hesin teldugandurin virkar.
Ungdómsdreymur
Eg kann av sonnum siga, at hetta er ein ungdómsdreymur mín, sum er gingin út. Sjónvarpið hevði fyri stuttum grivið fram ein greinarstubba, eg ungur studentur skrivaði í Oyggjaskeggja, blað føroyinga uttanlendis, sum viðmerking til, at í umbúna var at geva út aðra útgávu av føroysku-donsku orðabókini frá 1920-árunum. Eg mælti heldur til at lata nýggju orðabókina vera við føroyskum týðingum heldur enn donskum. Mær varð sagt, at Christian Matras, ið fyrireikaði útgávuna fyri Føroya Fróðskaparfelag, hevði tikið sær tykni av orðum mínum, men so hásinnaður var hann, at hann bað meg vera sær til hjálpar við handritsgerðina. Hetta var alt gjørt heima hjá honum sjálvum, hagar eg kom á morgni og var fyri dagin. Har neyt eg allan blíðskap hansara og Marionnu. Hetta vóru ógloymandi dagar, ið hava gjørt mær stóran mun og hava beint meg inn á ta breyt, sum eg síðan havi gingið. Tá ið eg las við Háskúla Íslands 1960 til 62 var eg so heppin at innlit í ritstjórnina av fyrstu íslendsku einmálsorðabókini, ið kom út í 1963. Heimastaddur í frítíðum gjøgnum sekstiárini hevði eg ta gleði at vera biðin við til at gera handritið at donsku-føroysku orðabókini, ið Jóhannes av Skarði greiddi til útgávu. Seinni gjørdu vit báðir eitt lítið ískoyti, ið varð prentað aftan í aðru útgávu 1977. Tá hevði eg rættlisið fyri Cristian Matras hinar frálíku týðingar hansara og nýtti høvi til at orðtaka tær til hetta ískoytið. Eisini sýndi Jóhannes mær tað álit at lata meg rættlesa ensku-føroysku orðabók sína, ið kom út í 1984. Eftir lokið prógv í 1966 arbeiddi eg eitt ár við fornnorrønu orðabókina á Árnastovni í Keypmannahavn. Tað var hugnaligt at sita og skriva orðaseðlar við krákupenni á pennaskafti og kunna fara inn um stálhurð at kanna skinnbøkurnar, um ivi var um prentaða tekstin. Hetta orðabókarverk varð byrjað fyri seinna heimsstríð, og nú fyri trimum árum síðan er fyrsta bindið útkomið. Tað røkkur nakað fram í stavin b! Heimkomin at starva á Fróðskaparsetrinum í 1968 varð mær m.a. litið til at gera ískoytisbind til føroysku-donsku orðabókina, sum kom út í 1974. Í tí sambandi fekk eg innivist í Útvarpi Føroya fyri táttinum Orðabókini, sum møtti stórari vælvild hjá fólki um alt landið. Tað er ikki smávegis av orðatilfari úr talaðum máli, ið á tann hátt kom inn í orðasavnið. Seint verður fulltakkað fyri ta beinasemi, ið so mong sýndu hesum savningartiltaki. Tó at sendingarnar hava ligið niðri nøkur ár, er tó ikki sambandið slitnað við eina fjøld av heimildarfólkunum. Telefonin hevur verið dúgliga nýtt hesa tíðina við spurningum út um alt landið, og mong hava gjørt vart við seg av sínum eintingum. Her loyvi eg mær at siga lítla søgu um lítið orð, og tær vóru ikki so fáar av slagnum. Í forriti okkara hava vit eina deild, sum sum vit skemtandi kallaða ?klovapartin?. Var ivi um eitt orð, sum vit hildu okkum ikki vita nóg væl um til at taka við, settu vit eitt klovaklombur (?árunt klombur við lítlum oddi?- líkt opnum klova) og eina lága striku fyri framman orðið, og so fór tað úr megindeildini yvir í klovapartin. Fingu vit so betur um at halda, var at taka klovaklombrið og strikuna av, og hey, so var orðið inni aftur á sínum rætta stað. Vit bæði Marjun sótu ein dagin í maimánaði í fjør og mettu um nøkur orð av hesum slag. Eitt var hitt fitta orðið ternudimmi, sum var uppskrivað í Funningi fyri nógvum árum síðan. Tað kom fyri í hesum setningi: ?at vera har eitt ternudimmi, tað skuldi eg klárað?. Hetta hildu vit vera ov lítið at gera burtur úr, so orðið varð sent í ?klovapartin?. Dagin eftir ringir maður úr Klaksvík at siga okkum frá forkunnugum orði, sum verforeldur hansara plagdu at hava fyri munni. So spyr hann, um eg havi stundir at lurta eftir einum orði afturat. Jú, eyðvitað, tað var mítt besta yndi at frætta av orðum. Jú, verfaðirin plagdi at taka til eitt orð, og tað var ternudimmi! Tað var sagt um eina stutta stund, tí tá ið ternan var her, var dimmið stutt. ?Hatta klárar ikki at vaka eitt ternudimmi?, kundi verða sagt. Soleiðis bar til at taka hetta orðið upp í part aftur! Hvat var hetta? Einhvør fjarskynjan (hugsanaflutningur)? Eg spyrji. Og tað var ikki eina ferð.
Peningur krevst
At gera orðabók sum hesa kostar ikki so lítið. Peningur krevst til og tað nógvur. Vit í ritstjórnini, sum hava verið í føstum starvi á setrinum, hava fingið løn okkara haðani. Carlsbergrunnurin, ið á sinni hevur styðjað orðabókarverk Chr. Matras í Keypmannahavn, var so stórtøkin at játta einum ritstjóranum løn í hálvt fjóðra ár, og tað takka vit inniliga fyri. Men størstu byrðina hevur Orðabókagrunnurin borið. Teir framskygdu menn, ið stóðu á odda fyri Fróðskaparfelagnum (fyrst og fremst Hanus Debes Joensen og Jóannes Rasmussen) bóru so í band, at søluinntøkurnar av 2. útgávu av føroysku-donsku orðabókini vórðu lagdar í grunn, ið skuldi kosta framtíðar orðabókagerð, og tí grunni hava vit notið gott av, ja, hava mestsum tømt hann, men kunnu tó ugga okkum við, at tað sum kemur inn fyri hesa orðabókina fer óskert í Orðabókagrunnin, so at føroyskt orðabókararbeiðið fær hildið fram. Eisini er at nevna við tøkk útgávugrunnin til orðbøkur, sum løgtingið eftir umsókn hevur játtað eina upphædd til á hvørjum ári. Hann hevur borið prentútreiðslurnar. Ingi Joensen hevur prýtt bókarkápuna við síni vælkendu smakkvísi og trygga listaansi. Mong eiga tøkk uppiborna fyri veitta hjálp. Tey eru øll nevnd í formælinum at orðabókini. Tó skal eg her vegna okkum fimm í ritstjórnini veita starvsfólki á Føroyamálsdeildini og setursskrivstovuni hjartaliga tøkk fyri tol og hjálpsemi, og Fróðskaparfelagnum, sum gevur hana út á forlagi sínum.
Føroya landsbókasavn skal hava góða tøkk fyri ta bæriligu framsýning, sum tað hevur hjálpt til at fáa í lag. Hon verður til sýnis her í Norðurlandahúsinum, meðan landsbókasavnið er afturlatið vegna summarfrí, og verður síðan flutt oman hagar at standa eina tíð. Tøkk fái Norðurlandahúsið fyri at hýsa hesum tiltaki og framsýningini.
Við tí støði, ið lagt er við hesi orðabók, og teirri teldutøkni, ið nýtt hevur verið, átti at verið rættiliga einfalt at evna til aðrar orðabøkur, eitt nú minni skúlaorðabók við at velja frá sjáldsom, forn og staðbundin orð, ella orðabøkur úr føroyskum til fremmand mál við at taka burtur føroysku orðlýsingarnar og seta fremmandar í staðin. Eisini skuldi verið lagamanni at gjørt rættingar og ískoyti so hvørt, sum tørvur var og latið vera til skjals eitt nú á interneti!
Síðsta lið í eini ketu
Vit, ið hava greitt hesa orðabók úr hondum, kenna okkum sum ein fyribils síðsta lið í eini langari ketu, ið røkkur aftur til Jens Chr. Svabo og Nicolai Mohr, ið fyri rúmliga tveimum øldum síðan fyrstir savnaðu føroysk orð til orðabók við donskum og latínskum týðingum. Her er annars ikki løtan til at rekja føroyska orðabókasøgu, men áhugaðum kann verða víst til yvirlitið yvir føroyskar orðabøkur og orðalistar aftan í orðabók okkara. Mál okkara livir tí betur og nørist dag um dag. Tí ber ikki til at gera fullfíggjaða føroyska orðabók. Tað vil altíð vera ein hópur av orðum, sum ikki kemst at við tí háttalag, ið nýtt hevur verið. Tí er verk okkara eitt stig á leiðini eftir eini gøtu, ið ongan enda hevur. Føroyskt orðabókarstarv verður at halda á javnt og samt at. Tey, sum sakna orð ella verða var við okkurt brek ella lýti, verða vinaliga biðin at siga til sín.
Eg takki feløgum mínum í ritstjórnini fyri gott samstarv.
Tað er vón okkara, at henda orðbók kemur at gagni og verður nýtiligt amboð í málrøktini.
Eg loyvi mær so at enda at biðja varaløgmann taka við fyrsta eintakinum av orðabókini sum tekin um, at hon verður latin fólki okkara til nýtslu.
Jóhan Hendrik W. Poulsen