?Fiskidagaskipanin førir til ov nógva spekulatión. Men tað eru eisini fleiri aðrir vansar við henni.
Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins heldur tí, at tað er í fínasta lagi at Búskaparráðið tekur málið um, hvussu fiskidagaskipanin verður umsitin. upp
Og hann heldur, at tilmælið um at stovna ein almennan fiskidagamarknað er ógvuliga áhugavert.
Formaður javnaðarfloksins heldur nevniliga, at tað hevur nógvar óhepnar avleiðingar við sær, soleiðis, sum fiskidagaskipanin verður umsitin nú.
Hann sigur, at javnaðarflokkurin hevur altíð verið ímóti at tað skal bera til at keypa og selja fiskidagar.
?Vit vita, at har fiskirættindi eru søluvøra, eitt nú í Íslandi, førir tað til at fiskivinnan miðsavnast á nøkrum fáum hondum og tað fer eisini at henda í Føroyum.
? Tað er eisini ódámligt, at keyp og søla av fiskirættindum verður gjørt til ein vinnuveg í sær sjálvum, har spekulantar fáa sær tað til livibreyð at keypa og selja fiskirættindi.
Jóannes Eidesgaard sigur at sostatt hevur javnaðarflokkurin ikki skift støðu, hóast Búskaparráðið nú mælir til at umsita skipanina øðrvísi.
Men skulu vit hava hesa skipanina, tekur hann undir við grundgevingini hjá búskaparráðnum fyri at gera ein almennan fiskidagamarknað.
?Støðan er jú tann, at reiðarar fáa fiskidagarnar ókeypis frá tí almenna. Og viðhvørt kunnu vit enntá undrast á, hví júst ávísir reiðarar fáa tey fiskirættindini, teir fáa.
Hann spyr, hvussu tað m.a. ber til, at reiðarar ár um ár kunnu fáa fiskirættindi, sum teir ongantíð brúka, men sum teir bara hava til at selja, so teir kunnu stinga pengarnar í lumman?
? Tá mátti tað verið rímiligari, at rættindini vórðu latin onkrum, sum veruliga brúkti tey.
Hann sipar eisini til spekulatiónina, tá ið skip verða keypt og seld.
Tá eru tað ikki virðið á sjálvum skipinum, sum er avgerandi.
Hinvegin er tað virðið á fiskirættindunum, sum fylgja við skipinum, sum skrúva prísin upp, so at skip verða mangan handlað fyri heilt óverulig virði.
Hann vísir eisini á, at sum støðan er, er tað at kalla vónleyst hjá ungum monnum at koma framat í fiskivinnuni, tí teir fáa ongi fiskirættindi, uttan at teir keypa tað í dýrum dómum frá einum privatum reiðara.
So hann heldur, at í løtuni liva vit ikki upp til ásetingina í lógini um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks.
Skipanin staðfest
Formaðurin í javnaðarflokkinum sigur, at kemur málið um ein almennan fiskimarknað til viðgerðar, fer flokkurin at viðgera málið við stórari vælvild.
Hann sigur, at ein almennur fiskidagabanki kundi eisini gjørt skipanina liðiligari, so at fiskiloyvini at kalla ikki grógva føst í ávísar reiðarar.
Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at ein fiskidagamarknaður kundi ført til nógv størri dynamikk í vinnuni, tí tað hevði borið nógv betri til hjá nýggjum fólki at gjørt seg galdandi.
Somuleiðis kundi ein almennur fiskidagamarknaður blivið eitt sera hent amboð hjá fiskimálastýrinum at regulera fiskivinnuna so at tað kundi hildið døgum aftur, um trýstið á stovnarnar bleiv ov stórt.
? Men ein banki kundi eisini givið fólki í fiskivinnuni nógv betri møguleikar at roynt seg fram og til at fingið fiskidagar til at gingið nýggjar leiðir.
? Sum skipanin er, verða reiðarar sum longst noyddir til at krøkja seg í fastar í tað, teir hava.
? Tann størsti ágóðin er kanska tann, at vinningurin av at keypa og selja fiskirættindi, kemur øllum fólkinum til góðar.
? Men so langt kemur tað neyvan, tí samgongan hevur júst staðfest skipanina, sum hon er.
? Tað gjørdi samgongan nú um dagarnar, tá ið hon fekk tingið at samtykkja, at inntøkurnar av at selja fiskidagar skulu skattast og hinvegin skulu útreiðslurnar av at keypa fiskidagar kunna dragast frá í skatti, sigur Jóannes Eidesgaard.