Hetta er gott fyri umdømi hjá høvuðsstaðnum

- Tað er líka hátíðarligt hvørja ferð, um talan er um samkynd ella hinskynd pør, sigur Annika Olsen

Annika Olsen gjørdist fyrsti borgarstjórin at víga eitt samkynt par eftir at hjúnabandslógin bleiv broytt fyrr í summar.

 

Hon sigur, at hetta er ein heilt serligur dagur fyri bæði Havnina og Føroyar.

- Hetta er gott fyri umdømi hjá høvuðsstaðnum og eg haldi tað klæðir seg, at tað er borgarstjórin sjálvur, sum giftir fyrsta parið, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, og vísir á, at Tórshavnar kommuna í mong ár hevur stuðlað samkyndum, millum annað gjøgnum stuðul til LGBT og Pride-skrúðgongurnar.

 

- Eg haldi, at løtan er líka hátíðarlig hvørja ferð tvey finna saman í kærleika, um tey eru samkynd ella ikki, sigur Annika Olsen.

 

Les eisini: Ein stórur heiður at vera fyrst

 

Borgarstjórin, sum er vald inn á ting fyri Fólkaflokkin, men nú er í farloyvi, sigur, at hon er klár yvir, at hon gongur ímóti støðuni hjá flokkinum í tinginum.

- Eg haldi kortini, at vit eiga at fylgja landsins lógum. Tá nú løgtingið hevur samtykt hesa broytingina, so fylgi eg henni í mínum arbeiði, sigur Annika Olsen.

 

Hon vísir á, at hóast hon atkvøddi ímóti nýggju hjúnabandslógini, meðan hon enn sat í tinginum, so hevur hon altíð verið fyri, at samkynd skulu fáa somu borgarlig rættindi sum onnur, sum hon málber seg.

- Eg var ímóti, tí at eg helt, at tað var óheppið, at kirkjan var tvinnað upp í lógaruppskotið og helt, at ein betri loysn kundi finnast. Nú er lógin so samtykt, og tá gleðir tað meg, at kunna geva øllum hesi borgarligu rættindi. Teimum havi eg altíð verið fyri, hóast eg á vegnum havi verið ósamd við onnur um, hvussu vit skulu náa teimum, sigur Annika Olsen.