- Hetta er ikki hent í fleiri ár

Seinastu tíðina eru trý grundstykki seld, og ítøkiligir fyrispurningar eru um onnur grundstykki, sum kommunan eigur.

 

Fara vit nøkur ár aftur, sá einki serligt út hjá Hovs kommunu. Fólkatalið var minkandi, og sama var við skattainntøkunum. Men, nú kann borgarstjórin, Jónsvein Hovgaard, fegnast um, at batar hóast alt eru at hóma. - Fólkatalið, sum hevur verið í minking, er vaksið nakað aftur, og skattainntøkurnar eru eisini kvinkaðar nakað upp eftir, sigur hann.

Hyggja vit í seinastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya, sæst, at fólkatalið í Hovs kommunu hin 1. apríl í 2018 var 99 – og hin 1. apríl í 2019 var talið 102. Sambært Hagstovu Føroya var her talan um ein vøkstur á 3 prosent yvir eitt ár.

Men, borgarstjórin ásannar, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin, tá bygdin er so fáment, sum Hovs kommuna er. - Tað er lívsins gongd, at onkur dettur burtur av, og soleiðis hevur seinastu tíðina eisini verið her hjá okkum.

Jónsvein Hovgaard vísir á, at skattainntøkurnar hjá kommununi hava verið heldur størri í ár og í fjør enn tey tvey árini frammanundan. - Vit vóna, at árið í ár fer at hildnast, og at 2019 ikki verður verri enn árið í fjør. Men, tað er ógjørligt at siga, hvussu gongdin verður, leggur hann aftrat.

Borgarstjórin fegnast eisini um, at aling aftur er í gongd á fjørðinum, og hann vónar, at hetta virksemi eisini fer at geva nakrar krónur í kommunukassan, sum tíðin gongur.

Tað, sum kanska serliga lyftir undir bjartskygni í Hovs kommunu í løtuni er, at kommunan seinastu mánaðirnar hevur selt trý grundstykki, og tað er ikki hent í fleiri ár. - Vit vænta, at tvey av húsunum verða bygd heilt skjótt, og síðan vóna vit eisini, at triðja húsið eisini stendur uppi áðrenn langt um líður.

Borgarstjórin sigur, at umframt, at nevndu trý grundstykki eru seld, eru eisini fyrispurningar um onnur grundstykki. - Eg vil siga, at vit hava rættiliga ítøkiligar fyrispurningar um onkur grundstykki aftrat, og tað fegnast vit sjálvsagt um.

Hovs kommuna eigur tvey grundstykki aftrat, og hesi fara eisini fyri eina lutfalsliga lítla upphædd. - Vit hava selt planeraði grundstykki fyri einar 30.000 krónur og óplaneraði fyri einar 15.000 krónur. Hetta eru grundstykki, sum hava ligið í nógv ár, og nú vóna vit, at vit kunnu selja tey til fólk og familjur, sum vilja búgva í Hovi, sigur Jónsvein Hovgaard.