Hetta er lívið - 1. partur

Hóast hóttanir um grísaveitslur eru Bárður og Durita saman við Lizu Marklund og Camillu Läckberg í viðførinum farin til Mallorka í summarfrí. Tey hava ein stálsettan vilja um at slappa av og Bárður gleðir seg sum eitt barn

Í summar vóru eg og drongur mín, Bárður, eina frálíka ferð á sólskinsoynni Mallorka. Hetta var okkara jomfrúferð suðureftir til sól, strond og sjógv. Tað vóru tí tveir sera spentir og hvítir føroyingar, sum sótu í Sterling flogfarinum úr Billund ávegis til Mallorka leygarnáttina tann 5. juli. Bárður hevði sett seg væl til rættis við pútu, teppi og Lizu Marklund. Hann var í avbera góðum lag.

 

Feriuoyggin yvir øllum

Mallorka verður kallað tann gylta, grøna og friðsæla oyggin. Hon er størsta oyggin í Spania og hoyrir saman við Ibiza og Menorka til sjálvstýrandi baleariska oyggjabólkin. Oyggin hevur eitt sera fjølbroytt og vakurt landslag við nógvari sól. Ti er hon eisini um at bresta av turistum. Mallorka er komin at merkja hópturisma og leiguferðir, sum av álvara byrjaðu í 1950árunum. Tað koma heili 10-11 milliónir ferðandi um árið. Fólkatalið á oynni liggur um 790 túsund. Um ein megnar at berja seg ígjøgnum hópin av øðrum ferðandi, er oyggin á tremur við søgu, arkitekturi og mentan. Har eru loyndarfull slott, ævintýrakendir havar, bergtakandi holur og stór og veldig fjøll, sum minna ikki sørt um fjøllini í Norðuroyggum, tó fjøllini í Mallorka eru nakað væl turrari. Á eystur- og vestursíðuni eru nakrar av vakrastu og reinastu strondunum í Miðjarahavinum. Havið er klárt asurblátt og sandurin fínur sum sukur og næstan snjóhvítur.

 

Á veg út úr Son Sant Joan flogvøllinum beint uttan fyri høvuðsstaðin Palma í Mallorka sást beinanvegin ein stór og sjálvkoyrandi turistmaskina. Har stóðu ferðaleiðarar frá ymisku ferðaskrivstovunum og leiddu okkum til eini 20 bussar, sum allir skuldu koyra tey ferðandi til ymisk ferðastøð. Fólk tysjaðu til bussarnar sum meyrur og vórðu dirigerað í bussarnar sum bilar, ið vera stýrdir av einum ferðslupolitisti. Eg og Bárður skuldu búgva í Santa Ponca á suðurvestursíðuni. Tilsamans skuldi bussurin koyra okkum ferðafólk til 7 ymisk hotell í ymiskum býum, ikki langt frá hvørjum øðrum. Bárður var heilt ovfarin av hesum effektiviteti og helt við sær sjálvum, at hetta hevði hann ikki upplivað fyrr.

Frá grísaveitslum til professionalismu

At ferðast til Mallorka hevur eisini við sær fordómar. Eg hevði hoyrt hugtakið grísafest nakrar ferðir, tá ið eg nevndi, at eg fór til Mallorka. Ikki visti eg, hvat hetta var, men fann líðandi út av, at í 1980árunum streymaðu danir til oynna. Í Mallorka varð skipað fyri stórum grísaveitslum, sum varaðu í nakrar tímar. Turistarnir fingu fleskasteik og ov mikið av víni ella sangria afturvið. Úrslitið var, at flestu turistar drukku seg frá vón og viti, so ringt var at skilja í millum, hvør var fólk og hvør var grísur. Hetta hótti umdømið hjá Mallorka so mikið nógv, at grísaveitslur í dag eru bannaðar.

 

Í dag er oyggin ein sera professionel og trygg feriuoyggj. Av tí at oyggin leingi hevur verið vælumtókt og er um at tippast av turistum, skal ein ikki vænta at uppliva eina autentiska og óspilta mentan á oynni. Til tað eru tað alt ov nógvir turistar. Tú fært Bratwurst og Grünkohl, english breakfast, meat pie, danskar frikadellir, knekkbreyð, indian curry, kinverska buffét, pizza, pasta, burgarar og mangt annað. Í Santa Ponca var gastronomiin lagað til turistarnar og av tí sama var hon ikki serliga áhugaverd. Á oynni eru tó eisini sera góðar matstovur, har onkur hevur fingið eina Michelinstjørnu. Eftirsum Mallorka hevur verið ein vælumtókt feriuoyggj í langa tið, er tað ótrúliga ómakaleyst at vera turistur. Tú kanst altíð samskifta á sponskum, týskum ella enskum. Enskir, danskir og týskir læknar eru lættir at finna og løgreglumenn ansa dagliga eftir øllum turistunum. Bárður, sum sjálvur hevur búð í Granada í Spania, var heilt bergtikin av, hvussu væl alt virkaði her. Hetta var so avgjørt ikki tað Spania, sum hann hevði upplivað.

 

Avslappandi Santa Ponca

Santa Ponca sá út til at vera ein feriubýur burturav. Býurin bendir seg sum ein úttambaður hestaskógvur um eina vakra og stóra hvíta sandstrond, har hotellir liggja allan vegin rundan um strondina og eisini longri uppi í fjøllunum. Ein vegur rammar inn strondina og við henda vegin liggja mathandlar, matstovur, klædnahandlar, apotek, bankar, barrir og sjálvandi eisini McDonald`s og Burger King. Fólk spákaðu aftur og fram og hugdu at armbondum og turrikløðum, onnur sótu og prátaðu, meðan tey drukku sangria ella ótu okkurt meira mettandi. Har vóru forelskað pør, nýklaktar barnafamiliur, flokkar av sólbrendum pensionistum, sum sóu út til at koma her ár eftir ár og ein hópur av yngri meira óstruktureraðum tannáringum, sum óivað vóru farnir ein ballingartúr suðureftir. Flestu turistarnir komu ikki óvæntað frá Norðurevropu og Norðurlondum.

 

Onkursvegna er tað fantastiskt at vera á einum stað saman við einum hópi av øðrum turistum. Ein heilt serligur dámur veksur fram, tá øll hesi fremmandu eru blandað saman. Tað hvíldi ein aura av ró yvir Santa Ponca. Vit vóru øll komin við sama endamálið og tað var at slappa fullkomiliga av og fáa tað besta burtur úr hvørjum degi. Allir dagar flutu saman og tað tók ikki langa tíð, áðrenn og eg Bárður mistu dagaskilið. Hvønn dag savnaðu øll hesi fólkini sínar tankar um at gera púrt einki. Fólk lógu fyri tað mesta og sólaðu sær við svimjihylin á hotellinum ella á strondini. Fólk lógu undir sólini, meðan tey drukku øl, prátaðu, lósu, hugdu runt og svumu. Tá sólin fór burtur, hugdu øll upp í himmalin og bíðaðu eftir, at sólin kom fram aftur.

 

Hetta er lívið

Tað vóru turistar, sum bara lógu við svimjihylin og høvdu fastan liggistól. Svimjihylurin lat upp kl. 10.00. Longu ein tíma áðrenn skundaðu fólk sær út at leggja handkløð á liggistólarnar. Har lógu handkløðini fyri dagin, hóast eingin legði seg á hesar stólar. Eg havi spurt meg fyri og hetta fyribrigdi sær út til at ganga aftur. Nakað tað sama ger seg galdandi á feriustøðum sum Rhodos, Turkaland, Kreta og Kanariuoyggjunum. Eg hoyrdi eina søgu um eina eitt sindur eldri konu, sum hvørt ár fór suðureftir til sama stað, haldi tað var Kreta ella Kos. Hon elskaði tað, men tímdi ikki at skunda sær út hvønn morgun at goyma sær eitt pláss við svimjihylin. Hvønn dag og hvørja feriu endurtók søgan seg. Tann eldri konan fekk næstan ongantíð ein liggistól, tí at fólk skundaðu sær út at goyma sær stólar. Einaferð gjørdist hon so mikið frá sær sjálvari av hesum, at hon tók øll handkløðini av teimum tómu stólunum, savnaði tey í eitt risastórt fjall og legði seg á øll handkløðini. Har lá hon fyri dagin. Til miklan ampa fyri tey, sum áttu handkløðini, men til mikla frøði fyri hini, sum heldur ikki tann dagin høvdu fingið nakað liggipláss.

 

Ein dagin vit lógu við svimjihylin helt Bárður fyri, at ein ferð suðureftir var fyrimyndarlig, um einum tørvaði at fáa luft frá dagliga hektiska lívinum. Síðan rembdi hann sær, smíltist sera vælnøgdur og fór aftur at lesa Lizu Marklund. Eg kundi ikki annað enn geva honum rætt. Hetta var lívið, tað einasta vit høvdu at hugsa um var, hvar vit skuldu fara at eta næstu ferð. Meðan vit lógu so æviga sjálvsnøgd vistu vit lítið um, at eitt dámligt og vakurt, men heldur sera trivaligt konufólk hevði sett sær fyri at køla seg niður í svimjihylinum. Hon fekk sær renningarlop og leyp rættuliga fitt uppfrá, áðrenn hon brast niður í vatnið sum ein annar stórhvalur. Eg náddi akkurát at síggja í eygnakrókinum, hetta stóra lívsgleða skepilsið dundra niður í vatnið og fylgjurnar vóru sjálvsagdar. Tað ljóðaði eitt øgiligt tómt plums og ein flóðalda av teirri aðru verð skolaði inn yvir meg og Bárð. Bárður gjørdist eitt sindur firtin inn á at vera órógvaður so ógvusligt og vit samdust um at royna strondina næstu ferð. Tá vóru okkara krimibøkur í minni vanda fyri at gerast vátar.

 

 

 

Hetta er lívið - 2. partur

Eftir nakrar dagar sveittandi undir sólini avgera Bárður og Durita at fara niðan í svalligu fjøllini. Tey renna seg í lumpibýir og ævintýr um kavalongsul. Koyriførleikarnir hjá Bárði standa av sonnum sína roynd.

 

Sveittandi mannahópar

Strondin var beint við hotellið og eg og Bárður avgjørdu at royna hana eftir óhepnu hendingina við svimjihylin, har ein flóðalda skolaði inn yvir okkum, tá eitt stórt og trivaligt konufólk leyp á bláman. Á strondini lógu turistarnir dagin á tamb. Tann tóma hvíta sandstrondin broyttist longu kl. 9.00 á morgni til eitt hav av turistum. Sum dagurin leið komu bara fleiri til. Hesin stóri hópur av sveittandi og meira ella minni naknum mannakroppum minnir meg mest um náttúrufilmar um yvirstórar kópahópar, sum savnast á klettum ella á onkrari strond. Yann Arthus-Bertrand, sum hevur myndað heimin frá luftini, hevur eina mynd av fleiri 1000 kópum, sum liggja og bóltast oman á hvørjum øðrum. Mannahóparnir lógu har á sama hátt og rullaðu og rembdust i hitanum. Eg og Bárður lógu sjálvandi eisini og sveittaðu, eg var um at kódna, men royndi at gloyma meg burtur í Camillu Läckberg. Bárður var nú í stak góðum lag og helt tað vera sera áhugavert at síggja alla ta útgerð, sum serliga barnafamiliur høvdu við sær. Har vóru kølitaskur, parasollir, ketjarar, beach wolley bóltar, fótbóltar, snorkil og svimjiføtur, luftmadrasssur, luftdelfinir, lufthávar, lufthvalir, luftringar, luftbóltar, luftsetur, luftsengur, luftgummibátar...tað var eingin endi á hugflognum. Alt kundi blásast upp til onkran spennandi luftform. Hesar familiur komu oman á strondina í stórum stíli við allari luftútgerðini undir armunum, sum skuldu tær í kríggj. Síðsta dagin áðrenn vit skuldu heim, var eg spurd av einum týskara, um eg vildi keypa alt hansara luftarsenal fyri bara 10 euro. Tey skuldu avstað næsta dag. Høvdu vit ikki eisini skula avstað, hevði eg óivað tikið av tilboðnum. Einki er meira avslappandi enn at liggja á einari luftmadrassu á havinum. Kenna lívið á aldunum skvatla undir sær og sólina hita kroppin....inntil onkur villur tannáringur sjálvandi sendir ein svimjibólt beint í høvdið á tær, ella onkur skjóttgangandi bátur fer drønandi framvið, so aldurnar verða í so lívligar og fáa teg at detta av madrassuni í stórum sjokki.

Ferðin niðan í fjøllini

Vit tímdu ikki bara at liggja og sveitta undir sólini í tvær vikur og avgjørdu at leiga ein bil og gera okkara egnu rannsóknarferð. Vit fingu ein fittan himmalbláan Fiat Panda, sum skuldi koyra eftir fjallalendinum á suðurvestursíðuni upp til norðursíðuna. Bárður skuldi sjálvandi koyra og eg var kortpassari. Hetta við bilinum vísti seg at vera eitt avbera gott hugskot. Vegirnir eru væluppmerktir so sjálvt ein miðalhampakortpassari sum eg kundi peika, nær vit skuldi til vinstru og høgru. Landslagið var bókstaviliga bergtakandi. Vit koyrdu niðan í fjøllini eftir smølum, knortlutum vegum, sum lættliga smoygdu sær um bratta fjallalendið. At koyra til Norðadals í kava ella mjørka tóktist bráddliga sera lætt. Niðanfyri vegin var steyrrætt. Hvítu mildu sandstrendurnar hvurvu og vóru avloystar av stórum køldum brimbardum klettum. Havið var ikki longur asurblátt, men hevði fingið ein kaldari myrkabláan lit. Tað vísti seg, at vit vóru avgjørt ikki tey einastu, sum vildu koyra eftir suðurvestursíðuni. Bæði aftanfyri og frammanfyri okkum koyrdu aðrir pandabilar. Í Mallorka er eingin blettur órørdur av turistum, helt Bárður speiskur. Vit koyrdu oman til eina lítla bygd Port de Valdemossa, sum av sonnum var ein avbjóðing fyri Bárð. Vegurin var smalur og brattur og snúi seg sogliga sum ein lang og kløn slanga oman eftir fjallinum. Hóast tað vissuliga bert kundi koyra ein bilur í senn á vegnum, var hann uppmerktur til tveir bilar og tað vóru bara vendipláss, har sum vegurin bráddliga snaraði. Við tunguni mitt í munninum og eini ferð á 20 km/t eydnaðist tað Bárði at skríða oman í bygdina.

 

Eitt kavaævintýr úr Mallorka

Eg hugsaði við mær sjálvum, hvussu í allari verðini tey klára at koma oman og niðan í kava, men hugsaði so aftur, at tað ikki kavar ofta á Mallorka. Hetta minti meg á eina sera rørandi søgu, eg fekk fortalda um ein Prins frá Mallorka, sum var forelskaður í eini sera vakrari bóndadóttir úr einum køldum landi lang burtur. Gentan flutti til Mallorka við prinsinum, men henni longdist illa eftir kavanum, sum um vetrarnar plagdi at prýða hugnaliga bóndagarðin og øll trøðini rundan um. Prinsurin lovaði henni gull og grønar skógir, men einki bagdi. Uttan kavan var gentan heilt fyri ongum. Óeydnusom avgørdi hon at flyta heim aftur til bóndagarðin. Nú er tað soleiðis, at Mallorka er kent fyri sín mandluútflutning. Tá ið mandlutrøðini eru búgvin, spretta vakrar snóhvítar blómur úr trøðunum og frá luftini sær tað út sum um, at oyggin er klødd við kava. Nógvir turistar koma til oynna um hesa tíð fyri at síggja hesa ævintýrakendu vøkru sjón. Sum eina seinastu loysn fann prinsurin uppá at planta mandlutrøð alla staðni rundan um slott teirra. Serliga uttan fyri sovikamarið hjá teimum plantaði hann fleiri 1000 mandlutrøð. Seint á vetri, tá ið gentan hugtung skuldi fara frá prinsinum, vaknaði hon og hugdi ovfarin út gjøgnum vindeyga. Uttan fyri sá hon tað vakrasta kavaklædda landslagið, hon nakrantíð hevði upplivað. Hvítu blómurnar vóru sprotnar og dansaðu sum kavaflykrur eftir øllum mandlutrøðunum. Gentan gjørdist so ovurfegin av hesi sjón, at hon var verandi hjá prinsinum.

 

Lumpibýir

Komin oman til Port de Valdemossa máttu vit ásanna, at bygdin liggur ógvuliga væl goymd frá høvuðsvegnum longri uppi. Bygdin er á stødd við Tjørnuvík, har sandgul hús við fløskugrønum vindeygum troka seg saman. Bert ein vegur fer gjøgnum bygdina og endar niðri á keiðini, har eini 10 smáir plastbátar liggja uppi á landi. Kortini hevur Port de Valdemossa bæði matstovu og barr. Eg og Bárður stuðlaðu matstovuni við at keypa okkum tann spanska rættin paella og eina kalda San Miguel øl afturvið. Nógv hús stóðu tóm og eg hugsaði við mær sjálvum, at tað eru ikki bara føroyingar, sum hava trupulleikar við at fáa fólk at støðast á avbyrgdum støðum. Aðrir turistar høvdu sjálvandi eisini funnið henda goymda blett. Onkur snorklaði í livandi bláa havinum og aðrir lógu og sólaðu sær. Upprunaliga er Port de Valdemossa ein gamal lumpibýur ella dupultbýur. Tann “rætti“ býurin er fjallabýurin Valdemossa. Við havsíðuna á Mallorka liggja hesir lumpibýir, sum byrja við Port t.d. Port de Valdemossa, Port de Sollér, Port d`Andrax og Port d´Alcudia. Røttu býirnir eita so Valdemossa, Sollér, Andrax og Alcudia. Teir liggja longri inni í landinum og betri goymdir. Hetta er ein leivd frá gamlari tíð, tá ið Mallorka í tíð og ótíð var álopin av sjórænarum. Vónin var, at sjórænararnir ikki funnu røttu býirnar, men bert hildu seg til at ræna lumpibýirnar. Eg fór at hugsa, um føroyingar í gamlari tíð hava vitað um hesa loysn. Føroyska landslagið er tó lítið og nakið. Tað hevði verið torført at havt goymdar bygdir í Føroyum.

 

Vit og Chopin

Restina av degnum vitjaðu vit aðrar hugnaligar býir, eitt nú romantiska fjallabýin Valdemossa, sum er vakrasti býur á oynni. Turisman í Mallorka byrjaði í hesum býi, tá ið kenda tónaskaldið Frédérik Chopin og hansara elskarinna rithøvundurin George Sand búðu har ein myrkan vetur í 1838-1839. Tey leigaðu nøkur kømur í einum gomlum klostri. Lokalu íbúgvarnir royndu at umganga tey og tey høvdu eina elendiga feriu, sum Sand skrivar í síni bók “Ein vetur á Mallorka”. Bókin hevur lítið gott at bera fólkinum á oynni, men lovprísar vøkru náttúruni. Bókin fæst í øllum handlum í Mallorka. Okkara feria var tó alt annað enn elendig. Mallorka er avgjørt verd at vitja, sjálvt um hon er sprenfull við turistum. Tveir sera vælnøgdir og nakað væl brúnari føroyingar sótu í Atlantic ávegis til Føroyar sunnukvøldið tann 20. juli. Bárður læs nú Camillu Läckberg og eg Lizu Marklund. Lagið á Bárði var avbera gott, hann hevði sett seg væl til rættis við kalvados, kaffi og eini cadbury sjokolátu. Eg mátti geva H.C. Andersen rætt í, at at ferðast er at liva, men tað er eisini gott at koma heim aftur. Vit komu til Føroyar, júst tá ið sólin var á veg niður. Tað var ikki eitt skíggj at hóma og himmalin brendi allur, sum hann var. Síðsta sólarljósið speglaði sær í havinum og á veingjunum á flogfarinum. Vit sóu allar oyggjarnar heilt frá Suðuroynni til Norðuroyggjar, tað var himmalskt. Dagin eftir legði mjørkin seg sum eitt lok yvir Havnina.