Tað verður Rúnar Reistrup, nevndarformaður í Vodafone, ið verður nýggjur stjóri í Vodafone. Tað upplýsir felagið í tíðindaskrivi í dag.
Rúnar Reistrup tekur ikki við starvinum beinanvegin, men fíggjarstjórin í Vodafone. Bárður Nielsen, røkir starvið sum fyribilsstjóri, til Rúnar tekur við í heyst.
Rúnar hevur verið nevndarlimur í Vodafone síðan 2013 og gjørdist formaður fyrr í ár. Við sær hevur Rúnar drúgvar leiðsluroyndir úr altjóða KT- og televinnuni, umframt at hann hevur royndir sum íverkseti og stjóri.
Hann arbeiddi fyri eitt av heimsins størstu telefeløgum, Vodafone Group í London, frá 2009 til 2013, har hann frá 2011 røkti starvið sum Global Head of Products. Seinastu árini hevur Rúnar verið stjóri í Depop, har hann eisini hevur verið í nevndini. Rúnar heldur áfram sum íleggjari í Depop.
Thorvardur Sveinsson, næstformaður í nevndini hjá Vodafone í Føroyum, sigur, at tey eru sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa Rúnar Reistrup at taka við stjórastarvinum, og at tá nevndin fór at umrøða høvuðseginleikarnar hjá einum nýggjum stjóra, byrjaði hetta at líkjast teimum eginleikum, ið Rúnar hevur og tí var upprunaliga ætlanin at lýsa eftir stjóra slept fyribils.
- Vit leitaðu eftir einum framúr leiðara, sum hevði gott fótafesti í vinnuni, og sum bæði hevði altjóða royndir og innlit í føroyska marknaðin. Við sínum royndum og eginleikum kom navnið á Rúnari skjótt upp at venda millum nevndarlimir og eigara og aftaná eina umhugsanartíð var Rúnar opin fyri møguleikanum. Eftir hetta tók hann seg úr viðgerðini, og sum næstformaður havi eg síðan ført samráðingarnar, og tær eru nú komnar á mál, sigur Thorvardur Sveinsson.
Rúnar Reistrup fegnast eisini um nýggju avbjóðingina.
- Eg fegnist um møguleikan at standa á odda fyri einum av teimum mest nýskapandi fyritøkunum í Føroyum. Vodafone Føroyar hevur skapt kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum og hevur havt alstóran týdning fyri føroyska samfelagið. Sum nevndarlimur seinastu árini havi eg fingið eitt gott innlit í fyritøkuna og eg gleði meg at arbeiða saman við teimum sera dugnaligu starvsfólkunum og at flyta Vodafone Føroyar fram á leið. Eftir nógv ár uttanlands er hetta rætta løtan hjá mær og familjuni at flyta heim og gerast partur av eini spennandi framtíð í Føroyum, sigur Rúnar Reistrup.