Hetta er nýggi venjarin hjá B68

Tað verður vælkendur íslendingur, sum skal stýra frá síðulinjuni hjá B68 í komandi kappingarári

Í hesum kappingarárinum, sum nýliga er farið afturum bak, var tað Súni Fríði Barbá, sum var venjari hjá B68 og flutti liðið upp í bestu deildina. Súni Fríði Barbá hevur tó ikki neyðugu pappírini at vera venjari í bestu deildini, og tí var neyðugt hjá toftamonnum at leita eftir nýggjum venjara.

 

Hann er so funnin nú. Nýggi venjarin hjá B68 verður ongin annar enn Landskrona-legendan, Páll Guðlaugsson. Hetta hevur heimasíðan hjá B68, b68.fo, júst kunngjørt. 

 

Páll Guðlaugsson hevur verið venjari hjá TB síðani august 2013, men partarnir valdu at skiljast eftir kappingarárið 2015.