– Hetta er púra svakt at hugsa um

– Tað er heilt ótrúliga ringt at seta orð á, sigur føroyski hondbóltsspælarin Jóhan á Plógv Hansen, ið hevur framt eitt satt bragd við danska landsliðnum. Hann er ein av fimm, sum hevur vunnið heimsmeistaraheitið fýra ferðir á rað.

– Tað er sjálvandi heilt fantastiskt, at vit lukkast enn einaferð at vinna.

 

Soleiðis sigur Johan á Plógv Hansen í viðmerking til in.fo, nú vit spyrja hann um stóra bragdið, hann og liðfelagar hansara úr danska landsliðnum í hondbólti hava gjørt.

 

Teir hava ikki bara vunnið heimsmeistaraheitið – teir hava eisini gjørt tað fyri fjórðu ferð á rað, sum í sjálvum sær er eitt bragd. Og Johan er ein av fimm leikarum á landsliðnum, ið hevur verið við allar fýra ferðnar.

 

– Jú, vit hava skrivað søgu, og tað er heilt ótrúliga ringt at seta orð á. Tað er púra svakt at hugsa um, sigur Jóhan flennandi.

 

Hinir fýra eru Mads Mensah, Magnus Landin, Simon Hald og Henrik Møllgaard.

 

So er tað spurningurin – ætlar tú tær at vinna tað fimm ferðir á rað? 

 

– Nú taka vit eitt ár í senn, men næstu ferð verður tað EM. Tað hevði verið stuttligt eisini at vunnið EM. Vónandi eri eg við aftur tá.

 

Tað var sunnudagin, at finalan var, og menninir og øll tey rundan um landsliðið hava hátíðarhildið sigurin bæði sunnukvøldið og mánadagin. 

 

– Eg eri akkurát møttur inn aftur í Flensburg. Nú byrjar gerandisdagurin aftur, sigur Jóhan á Plógv Hansen, sum spælir við liðnum SG Flensburg-Handewitt í bestu týsku deildini.