Hetta er støðan í Hvannasundi í dag

Í Hvannasunds kommunu hava tey tvær dagføringar í dag. Onnur er um kavagrevstur, og hin er um vatnið.

Í dag hava tey í Hvannasunds kommunu tvær dagføringar, sum báðar hava samband við kavaveðrið.

 

Í tí einu dagføringini verður sagt, at koyrandi er nú ígjøgnum Norðdepil og út á landsvegin. 

 

- Nú verður grivið eftir høvuðsvegnum í Hvannasundi. Síðan verða síðuvegirnir tiknir, verður sagt.

 

Ein onnur dagføring hjá kommununi er, at tað er lítið trýst á vatninum í løtuni.

 

- Kavin ger, at luft kemur í skipanina, og tískil verður ov lítið trýst á vatninum.

 

Lagt verður aftrat, at tað er ikki vatntrot í kommununi, men støðan ger, at trýstið er ov lítið.

 

- Heitt verður tí á borgararnar um ikki at lata vatnið renna til fánýtis, siga tey í Hvannasunds kommunu í dag.