Hetta er tað einasta rætta at gera

Høgni Hoydal hevur greitt Løgtinginum frá, hví tað er avgerandi neyðugt at leggja um til eina kvotuskipan

Eftir fólkatalinum eru vit heimsins ríkasta land, hvat livandi náttúruríkidømi viðvíkur.

 

Tað staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú hann á tingsins røðarapalli  hevur greitt frá, hví vit eiga at fáa eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Hann sigur eisini, at vit kunnu byggja heimsins ríkasta vælferðarsamfelag, sum er grundað á eitt livandi náttúruríkidømi.

 

Eitt endamál er at staðfesta tað endaliga, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, sum ikki skal gevast burtur til nøkur fá.

 

Ræðið á fiskirættindunum skal vera føroyskum hondum, og allur vinningur, og alt tað virksemið, tað kastar av sær, skal í mest møguligan mun verða verðandi í Føroyum og hjá føroyska samfelagnum.

 

Í høvuðsheitum er endamálið, at røkja stovnarnir best møguligt, har tað mest umstrídda er at leggja um til eina kvotuskipan.

 

– Vit vita at tað er ein avbjóðing, men skulu vit fylgja lívfrøðiligu tilmælunum, skulu munandi broytingar gerast um vit so varðveita fiskidagaskipanina, ella leggja um til eina kvotuskipan.

 

Tí er tað ein stórur fyrimunur at vit leggja eina umsitingarætlan fyri hvønn einstakan fiskastovn og til tað endamálið verður neyðugt at hava eina kvotuskipan, tí annars ber ikki til at hava tamarhald á, hvussu nógv vit fiska burtur av stovninum.

 

Men hann viðgongur, at tað stóð nógv á at koma til hesa niðurstøðuna, tí pápi hansara, Kjartan Hoydal, var ein av undangongumonnunum at seta fiskidagaskipanina í gildi.

 

– Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu, at hetta er tann rætta loysnin tí nú eru stovnarar so illa fyri, sum teir ongantíð hava verið fyrr.

 

Og hann undrast á, at nakar heldur, at reiðararnir, sum longu eru, skulu fáa øll rættindi fyri einki, sum teir síðani kunnu selja við stórum vinningi.

 

Tað er ein søguligur dagur at vit nú viðgera eina nýggja skipan, men hann harmast um, at samráðingarnar við Sambandsflokkin um eina semju, ikki bóru á mál, men hann vónar, at tað framvegis ber til at fáa andstøðuflokkarnar við.

 

Hann vísir aftur, at hetta nýggja uppskotið fer at elva til meiri strámannavirksemi, har vinningurin fer av landinum.

 

Tað er hetta, sum fer fram í løtuni, men nýggja skipanin er munandi meiri avmarkandi í hesum øki, sigur Høgni Hoydal.

 

Og hann undrast eisini á, at manningarfeløgini ikki hava talað at undir núverandi skipan, har føroysk skip hava verið mannað við fólki, sum ikki fáa løn eftir føroyskum viðurskiftum og har veiðirættindi hava verið seld og reiðararnir fingið allan vinningin.