– Hetta gleði eg meg til at hoyra á G! í ár

Hvat gleðir Høgni Lisberg bókari hjá G! seg til at hoyra? Tað spyrja vit hann um.

Høgni Lisberg er bókari hjá G!, og hann sigur soleiðis:

 

– Persónliga dámar mær væl at fara í Fjósið á konsert. Eg gleði meg at hoyra Silvurdrong. Hansara show er ræðuliga spennandi visuelt. Tað er fyri tey, sum dáma eitt sindur av kanti og er ikki ein singalong-konsert, tað verður feitt.

 

– Eg eri eisini spentur uppá Elinborg, tí tað verður fult hús, og heilt sikkurt kø uttan fyri.

 

– Gleði meg eisini til tey stóru brakini við Highasakite og Of Monsters and Men. Tað verða góðar konsertir, sigur bókarin.

 

– Okkara eksotisku innsløg við Samba Touré og Omar Souleyman verða eisini spennandi. Tað er sovorðið, sum er øgiliga forkunnugt at fáa til Føroya, sigur Høgni Lisberg.