Hetta gongur ikki einaferð afturat

Tað er mark fyri, hvar bøndur sleppa at brúka jørðina til

Tað fer ikki at henda aftur, at ein bóndi fær loyvi at gera undirhondsavtalu við nakran um at seta vindmyllur upp á jørðini. Tað er ein avgerð, sum varð tikin fyri trimum árum síðani, og nú er avgerðin staðfest av núverandi landsstýrismanni í orkumálum, Helga Abrahamsen. Tórbjørn Jacobsen, sum hevur havt sæti á Løgtingið fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu støðan er í sambandi við ætlanina at seta vindmyllur upp á Gellingarkletti.

 

Fyrst í hesi øldini gjørdu orkufelagið, Vindrøkt, og bóndin, sum umsitur jørðina við Gellingarklett, eina seravtalu um, at Vindrøkt skuldi fáa loyvi at seta vindmyllur upp á Gellingarkletti. Jørðin er eitt festi frá Búnaðarstovuni og tað gav Búnaðarstovan loyvi til.

 

Tað hendi longu í 2005, men í 2007 var elveitingarlógin broytt. Í 2018, tók Búnaðarstovan loyvi aftur, men málið varð kært til Fiskimálaráðið og Ráðið broytti avgerðina hjá Búnaðarstovuna, soleiðis at loyvi til vindmyllurnar stóð við.

 

Men samstundis varð boðað frá, at fleiri loyvi av hesum slagi verða ikki latin. Orsøkin er, at tað er ein bági fyri ta grønu orkuútbyggingina í Føroyum, at einstakir festarar sjálvir sleppa at gera av, hvør kann sleppa at brúka ávíst lendi til orkuframleiðslu. Tað er ein bági fyri arbeiðið at menna ta grønu orkuna tí tað avmarkar atgongdina til hóskandi øki.

 

Og Helgi Abrahamsen staðfestir, at hann heldur fast um hesa støðuna.

 

Sev hevur átalað ætlanina at seta vindmyllur upp á Gellingarkletti, tí sagt verður, at nú eru so nógvar vindmyllur í sama øki, at netið hjá Sev klárar ikki at taka ímóti. Ein avleiðing av tí er, at streymurin verður svikaligur og streymslit eru væntandi.

 

Ein onnur avleiðing er, at nógv orka fer fyri skeytið, men Sev skal kortini rinda Vindrøkt fullan prís fyri allan streymin, hóast ein stórur partur av honum fer fyri skeyti. Avleiðingin av tí er, at prísurin á streymi fer at hækka. Sostatt má Sev undir stórar útbyggingingar fyri at bjarga støðuni.

 

Helgi Abrhamsen sigur, at eftir langtíðarætlanini hjá SEV skal streymveitingin byggjast út fyri yvir tríggjar milliardir hesi næstu tíggju árini. Íløgur, sum nú verða gjørdar í sambandi við at trý vindmylluverk verða meginøkinum, eru ein partur av hesi heildini. Landsstýrismaðurin sigur, at Sev fær neyðugu tíðina til útbyggingarnar so at tað verður fíggjarliga skynsamt.

 

– Avleiðingin kann verða, at grøna elorkan ikki verður gagnnýtt til fulnar í eitt ár, ella tvey, men í stóru heildini koppar hetta ikki elprísin skeiva vegin, sigur hann.