Vinnuhúsið tosar við stórum stavum, nú nærum alt landið aftur í gjár lá í streymloysi.
Seinastu vikurnar hava vit fleiri ferðir upplivað, at streymurin er farin. Hetta elvir til sera stóran ótryggleika hjá vinnulívinum og kann merkja stóran fíggjarligan miss, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum heldur, at SEV hevur ein stóran trupulleika
Í gjárkvøldið um nátturðatíð fór streymurin aftur, og í fleiri støðum var streymurin burtur í meira enn tveir tímar. Hetta er aðru ferð í góðveðrinum, sum hevur verið seinastu vikurnar, at streymslit er. Fyri fáum vikum síðani var støðan tann sama. Óstøðuga streymveitingin seinastu vikurnar elvir til sera stóran ótryggleika í fleiri vinnum. Tað hevur í fleiri førum víst seg, at tøknilig tól, ið verða nýtt í framleiðsluni, fáa skaða orsakað av streymsliti, umframt at framleiðslan steðgar upp. Fyritøkurnar missa sjálvandi pening, tá ið framleiðslan steðgar upp, og tað kostar nógvan pening at fáa framleiðsluna í gongd aftur, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið vísir á, at streymslitini eisini økja um váðan hjá fyritøkunum. Eitt dømi um hetta eru smoltstøðirnar, ið eru serliga hart raktar av streymsliti. Hetta er sera viðbrekin framleiðsla, ið krevur støðugan streym. Um streymurin er óstøðugur, er vandi fyri at missa nógv smolt, ið er grundarlagið undir virkseminum í framtíðini.
Hetta er triðju ferð, at streymslit er seinastu tíðina. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at SEV hevur ein stóran trupulleika, ið krevur eina nærri frágreiðing. Hetta krevur, at SEV raðfestir veitingartrygdina, tí vinnulívið krevur støðugan streym, sigur Arbeiðsgevarafelagið, sum ynskir meira streym og færri forkláringar.