Hetta hava tey misskilt

– Eg ætli at tvinga nakran at pensonerast, tvørtur ímóti, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

– Hetta hava fakfeløgini yvirtulkað og misskilt!

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at lærarar og pedagogar, sum eru tænastumenn, skulu ikki tvingastr frá við pensjón tá ið teir eru 67 ár, men skulu kunna arbeiða til tey eru 70, akkurát sum øll onnur alment sett.

 

Hetta hava Lærarafelagið og Pedagogfelagið átalað harðliga, tí tey siga, at Jørgen Niclasen skal ikki broyta fráfaringaraldurin hjá lærarum og pedagogum, tí tað er ein samráðingarspurningurin, siga feløgini.

 

 

Les eisini: Framferðin hjá Jørgen Niclasen kann als ikki góðtakast

 

'

Men Jørgen Niclasen sigur, at hetta er misskilt.

 

Endamálið er ikki at hækka pensjónsaldurin, men bara at geva tænastumonnum møguleika at arbeiða til teir eru 70, vilja teir tað, tí so hava tænastumenn sama rætt, sum øll onnur alment sett.

 

– Pensjónsaldur verður framvegis 67 og pensjónir skulu ikki ávirkast yvirhøvur, sigur Jørgen Niclasen.

 

Vil ein lærari ella ein námsfrøðingur, er tænastumaður, arbeiða til hann er 70, skal hann sleppa tað og hann skal ikki tvingast til hús, tá ið hann er 67, sigur Jørgen Niclasen. 

 

Les eisini: Lærarar og pedagogar bara fáa og missa einki