Hetta kann barasta ikki góðtakast

Formaðurin í SÍ, Jákup á Stongum, staðfestir, at gongdin í útlendingamálinum púrasta køvir allan hug at sita í slíkum formanssessi

Útlendingamál

- Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Tað er næstan so, eg sjálvur havi hug at fara av landinum.
Jákup á Stongunum, formaður í SÍ dylir ikki fyri, at hann var bæði skelkaður og vónbrotin, tá hann sunnukvøldið kom eftir, at Sladjana Petrovic varð send av landinum. Sladjana er gift Raiko Petrovic, sum nú á fjórða árið er ein av avgjørdu lyklaspælarunum hjá SÍ. Júst flogbólturin var eisini orsøkin til, at tey í síni tíð komu til Føroya.

Eingin kunning í 14 mánaðir
Spurdur, hvussu gongdin hevur verið í hesum málinum, sigur Jákup, at hann als ikki dugir at síggja, hví hetta skal hava slíkar ógvusligar avleiðingar við sær.
- Hetta eru fólk, sum hava verið her hjá okkum í fýra ár. Sladjana var fyrstu tíðina heima við hús, men seinni fekk hon so starv hjá Sørvágs Laks. Tá hetta virksemið helt uppat, gekk hon arbeiðsleys í eina tíð, men tað eydnaðist okkum so at finna starv til hana hjá Fiskavirking.
- Vit søktu eisini alt fyri eitt um nýtt arbeiðsloyvi. Ein umsókn, har arbeiðsgevarin eisini váttaði, at tørvur var á arbeiðsmegi hennara. Men vit hoyrdu einki aftur. Ikki fyrr enn nú, hon hevur fingið avslag.
Hava tit ongan tíð í hesum tíðarskeiðnum fingið ábendingar um, at trupulleikar fóru at verða av málinum.
- Ikki upp á nakran máta. Vit hava snøgt sagt ikki fingið nakað at vita, fyrr enn løgreglan nú boðaði Sladjanu frá, at tørvur ikki var á hennara arbeiðsmegi. Og at umsøkn hennara tí varð noktað, sigur SÍ-formaðurin.

Ítrótturin í aðru røð
Og sum vera man, so helt hann støðuna hesum viðvíkjandi vera grátuliga. Sum formaður í SÍ kann hann staðfesta, at felagið nú eftir øllum at døma missur ein av grundstuðlunum á flogbóltsliðnum. Men hetta vigar lítið mótvegis handfaringini av málinum, sum Sladjana og Raiko nú eru offur fyri.
- Hetta kann bara ikki góðtakast. Innlendismálaráðið hevur nýtt 14 mánaðir um hesa umsóknina. Og so koma tríggjar reglur burturúr. Tríggjar reglur, har staðfest verður, at arbeiðsloyvið verður ikki givið. Hetta er ein forferdilig støða, sum bara ikki kann góðtakast, staðfestir hann.
Men sum flogbóltsspælari hevur Raiko ítróttarvisum. Hava tit fingið upplýst, at tað kanska var lættari at søkja um familjusamanføring?
- Einki. Vit hava einki fingið at vita frá nøkrum, fyrr enn avslagið nú er komið.
Og hann leggur afturat, at slík mál á ongan hátt stuðla uppundir hugin at standa á odda fyri einum ítróttarfelag.
- Hetta er fullkomuliga niðurbrótandi. Eitt er, at tað altíð vilja vera ávísir trupulleikar, tá fólk koma til landið. Tað er jú ikki bara lætt, og fyrstu tíðina nýttu vit nógva orku upp á at integrera Raiko og Sladjanu í samfelagið her vesturi. Tað hevur eisini eydnast, og bæði tey og vit onnur hava verið fegin um hetta. Men skal gongdin verða hendan, so kunnu vit sama kastað frá okkum, sigur Jákup á Stongum.