? Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat almennu myndugleikarnir vilja við fiskiflotanum undir Føroyum. ? Er tað meiningin, at tað bara skulu vera nakrir heilt fáir verksmiðjutrolarar undir Føroyum og einir 1.500 fiskimenn skulu koyrast í land?
Árni Dam, formaðurin í felagnum línuskip heitir á landsins myndugleikar um at broyta kós í stýringini av fiskivinnuni.
Í fyrilestri, sum hann helt á Fiskirannsóknarstovuni hóskvøldið í sambandi við Havsins Viku, vísti hann á, at sum er, verður tað bara stýrt niðureftir og niðureftir.
? Og halda hesar avmarkingarnar fram er tað rímiligt at spyrja, hvar hendan stýringin endar.
? Er tað meiningin, at vit bara skulu hava einar fýra, fimm verksmiðjutrolarar undir Føroyum og at einir 1.500 mans verða koyrdir í land at dúva uppá almennar skipanir, spurdi hann.
Í fyrilestrinum skuldi hann tosa um, hvussu fiskivinnan vil verða stýrd.
Í einum stuttum yvirlitið yvir søguligu gongdina vísti hann á, at fram til sjeytiárini var frítt at fiska allastaðni.
? Tó vóru innflutningsloyvi kravd til skip, sum vórðu keypt ella bygt uttanlands.
? Í 1977 varð fiskimarkið flutt út á 200 fjórðingar og tá ið líknandi avmarkingar avmarkingar høvdu tikið seg upp allastaðni, kom ein stórur partur av flotanum undir Føroyar at fiska.
?Trongligt var á grunnunum og tá byrjaði ymsar avmarkingar at taka seg upp, m.a. vóru grunnarnir býttir sundur í øki, og somuleiðis vórðu skip og veðihættir býtt sundur í bólkar. Áðrenn hevði bara onkur kassaskipan verið í gildið fyri útlendskar trolarar.
62 skip úr flotanum
Mitt í áttatiárunum vóru góð fiskiár undir føroyum. Men fiskiskapurin versnaði og í seinast í áttatiárunum tók at minka burturav fiskiflotanum.
?Frá 1988 til 1994 fóru heili 62 skip úr føroyska fiskiflotanum.
Tilsamans minkaði flotin sostatt 7.800 BRT.
? Mitt í sjeytiárunum fóru fleiri av heimsins fiskivinnutjóðum m.a. okkara grannalond, at seta kvotur í gildið fyri tey ymsu fiskasløgini innanfyri teirra fiskimark.
? Og í 1987 fingu íslendingar handilskvotur.
Árni Dam segði, at í áttatiárunum fór landsstýrið eisini at seta tekniskar forðingar í verk fyri at avmarka fiskiskapin, eitt nú meskavíddir, friðað øki og tíðaravmarkingar.
? Tá ið fiskastovnarnir vóru fyri hóttafalli og fiskaloysi tók seg upp undir Føroyum, kom uppá tal at áseta kvotur fyri fiskiskapin undir Føroyum.
? Hetta kendi vinnan til aðrastaðni frá, og mælt varð staðiliga frá at seta kvotur í gildi undir Føroyum.
Árni Dam sigur, at víst varð á, at fiskiskapurin undir Føroyum var so blandaður, at tað bar ikki til at halda skil á og at arbeiða undir eini kvotuskipan.
? Kortini varð kvotuskipanin sett í verk, lutvíst undir trýsti frá donskum myndugleikum sum treyt fyri at veita landskassanum kreppulán.
? Men sum ikki einaferð hevði vinnan grein í sínum máli og kvotuskipanin miseydnaðist fullkomiliga.
? Men afturfyri eydnaðist tað vinnuni, saman við fiskifrøðingum og fiskivinnumyndugleikum at semjast um eina fiskidagaskipan, sum hóskaði til hesar grunnarnar, og sum allir partar tóku undir við-og sum løgtingið síðani setti í verk í 1996.
Árni Dam segði, at tað, sum vinnan legði upp til, var at eitt avmarkað tal av veiðiloyvum og at hvørt skip skuldi liggja ein mánaða samanhangandi um árið.
Roynast í minst 5 ár
Hann segði, at tað, sum síðani er hent, er kanska besta svarið til spurningin, hann fekk at tosa um, nevniliga, hvussu vinnan vil verða stýrd.
? Tá ið vit samdust um fiskidagaskipanina saman við fiskifrøðingunum og landsins, politisku myndugleikum, var vinnan sinnað at strekkja seg rættiliga langt fyri at finna eina semju.
?Tí tað, sum vinnan framum alt leggur dent á, er, at karmarnir, sum verða lagdir, ikki verða broyttir í tíð og úrtíð.
? Niðurstøðan, sum vit gjørdu í semju, og skrivaðu undir uppá, var, at skipanin skuldi roynast í minst fimm ár.
? Útgangsstøðið var, at hon skuldi bara broytast, um komið var eftir, at feilur var í sjálvum útrokningargrundarlagnum, ella um stórar broytingar hendi í effektiviseringini í flotanum.
? Tá varð eisini dentur lagdur á, at vit vóru samdir, ikki minst í sambandi við søluna av fiskinum. Tí vit vita, at nú seta keypararnir stór krøv til, at fiskurin er fiskaður av einum burðardyggum stovni.
Broytt beinanvegin
Árni Dam segði, at tað kom at ganga øðrvísi.
? Longu tá ið skipanin var nakrar fáar mánaðar gomul varð byrjað at útholað skipanina.
? Tí tá lupu fiskifrøðingarnir longu frá. Teir funnu útav, at eftir teirra tykki var alt ov nógv fiskað av toski og søgdu, at nú var fríur fiskiskapur.
? Men hesin toskurin, sum vit skuldu fiska, høvdu vit ongantíð sæð áður, hvørki sum yngul, ella sum ungfisk.
? Hann var ongantíð staðfestur fyri at vera gýttur. men brádliga var hann komin inn í fiskiskapin sum 4-5 ára gamal toskur.
? Ístaðin fyri at koma við logiskum frágreiðingum um, hví toskurin hevði borið seg soleiðis at, eru teir komnir við leysum pástandum um, at úrokningar- rundarlagið var skeivt og at hædd ikki var tikið fyri, at dagarnir vóru blivnir effektivari.
Árni Dam sigur, at tá ið skipanin varð gjørd, varð hædd tikið fyri, at dagarnir blivu effektivari.
?Og hóast vit hava biðið teir sagt okkum, hvar útrokningargrundarlagið var skeivt, hava teir enn ikki víst á nakran feil.
Støðið máað undan
Formaðurin í felagnum Lín-uskip sigur, at tað, at skipanin er broytt ár undan ári, hevur havt við sær, at dagatalið hjá teimum stóru skipunum er lækkað einar 100 dagar afturímóti teirri tíðini, tá ið fríur fiskiskapur var.
? Allar hesar óneyðugu avmarkingarnar hava máað støðið undan fiskidagaskipanini.
? Tað vísir seg, at almenna stýringin av fiskivinnuni gongur bara ein veg, niðureftir og niðureftir.
? Og tað, sum vinnan stúrir mest fyri, er, hvat hendan stýringin niðureftir fer at enda við.
Varðveita skipatalið
Árni Dam sigur, at spurningurin, sum vit eiga at seta okkum, er: Hvussu skal flotin undir Føroyum síggja út framyvir.
? Mítt boð er, at er vit eiga at varðveita tað skipatal og tað samanseting vit hava í flotanum nú.
Hendan metingin er bygt á tær royndir, vit hava av fiskiskapinum undir Føroyum og á tað sannroynd at, at vit kenna gongdina í fiskiskapinum.
Formaðurin í Línuskipum vístu síðani á tær avmarkingar, sum eru gjørdar í fiskiskapinum.
? Telja vit alt saman, visir tað seg bátarnir yvir 40 tons hava nú 13. 500 fiskidagar.
? Tað er ein øgilig lækking afturímóti tí, sum var fyrr.
?Fyri tað fyrsta fóru, sum nevnt, 62 skip úr flotanum frá 1988 til 1994.
? Og tey skipini, sum hava eftir, hava einar 100 fiskidagar færri í part, enn tey høvdu tá.
? Men so eru tað so nógv, sum spyrja, hvussu tað ber til, at so nógvir dagar leypa av.
? Orsøkin er, at av tí, at fiskiskapurin hevur verið góður og prísurin somuleiðis, hava bátarnir roynt at klára seg við tað, teir hava fingið.
? Somuleiðis hava bátar í ymsum bólkum skift veiði.
Ikki undirskot
Árni Dam var annars ikki rættiliga við uppá, at fiskiflotin gav undirskot.
? Flotin hevur eina ávísa inntøku av at fiska. Hann hevur eisini útreiðslur, sum eru eitt sindur størri enn inntøkurnar.
?Men vit skulu minnast til, at av útreiðslunum er umleið helvtin hýrur.
? Av hýrunum endar ein stórur partur í landskassanum. Somuleiðis keypa vit ymsar tænastur frá fyritøkum, sum aftur betala lønir, harav ein stórur partur endar í landskassanum.
? Tað, sum ger seg galdandi, er, at landskassin ber vinnuni eitt lítið sindur av tí, sum vinnan kastar av sær. ?Sostatt er ongin samanhangur í pástandinum um, at flotin gevur undirskot, sigur Árni Dam.
Hann trúði heldur onki uppá útsøgnina hjá búskaparfrøðingum um, at, bara skipini fækkaðu, so varð meiri fiskur í part til hvørt skipið.
? Eg ivist í, um skipini høvdu klárað at fiska meiri, enn tey hava gjørt seinastu árini, sama, hvussu fá tey so enn vóru, sigur Árni Dam.