Hetta kann verða gylta løtan hjá Dan

B36 hevur ikki vunnið ímóti grannunum í fimm ár

Tað er steinur í skónum hjá B36 venjaranum Dan Brimsvík, at hann aftur og aftur verður mintur á, at hann higartil ongantíð hevur vunnið ímóti grannunum í HB. Í dag fáa Dan Brimsvík og B36 nýggjan møguleika í grannauppgerðini, sum verður klokkan 17. HB er eftir fyrsta triðingin av kappingini saman við Víkingi á toppinum við 24 stigum, og B36 er á fimta plássi við 14 stigum.

 

Tølini siga, at síðsti B36 sigurin í grannauppgerð var 7. apríl í 2019, tá ið B36 í fjórða umfari vann 2-1 ímóti HB.

 

Nógv vatn er runnið í ánna hesi fimm árini.

 

Eingin, sum var við til at manna B36 liðið ta ferðina fyri fimm árum síðani, verður í B36 troyggjuni í dag. Magnus Holm Jacobsen, sum ta ferðina var í B36, verður møguliga á HB liðnum í dag. Og Símun Sólheim, sum seinastu ferðirnar hevur verið B36 miðverji, sat ta ferðina á HB beinkinum uttan at verða skiftur inn.

 

Á HB liðnum vera í dag tveir spælarar, sum eisini vóru við fyri fimm árum síðani. Teir eru Teitur Matras Gestsson og Bartal Wardum, og so er tað Magnus Egilsson, sum tá var í HB troyggjuni, og sum nú er í B36.

 

Fyri fimm árum síðani løgdu Alex Mellemgaard og Brian Jakobsen B36 á odda 2-0, og Adrian Justinussen minkaði um munin til 2-1 í 63. minutti ella sjey minuttir eftir, at Dan í Soylu sá gula kortið fyri aðru ferð, og HB harvið varð undirmannað.

 

Dan Brimsvík hevur verið B36 venjari síðani 2020, og í grannauppgerðini fyri tveimum vikum síðani var tað um reppið, at tað eydnaðist at vinna ímóti HB, sum endaði við at vinna 2-1. Jakob Johansson legði beinanvegin HB á odda, men tá ið Mattias Hellisdal eftir ein tíma javnaði til 1-1, hevði B36 fatur í langa endanum. Og so var tað átta minuttir undan dystarenda, at Leivur Fonsdal Guttesen við fínum skoti av brotsteigarmarkinum skoraði HB sigursmálið.

 

Hjá HB er Emmanuel Duah skaddur, og nú er tætt við, at Ári Mohr Jónsson verður tøkur aftur. Tá ið HB í 9. umfari vann 3-0 á Skála, varð miðvallarin Magnus Holm Jacobsen skiftur inn fýra minuttir undan leikloki. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var við í landskappingardysti, síðani hann í vetur skifti aftur til barndómsfelagið. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, tá ið HB vann 3-1 á útivølli ímóti EB/Streymi, var hann á vøllinum í ein stóran hálvan tíma, og tað kann væl vera, at hann fer at eiga leiklut ímóti B36 í dag.

 

Hjá B36 eru fleiri á skaðalistanum. Tað rakar meint, at Thomas Lillo, Magnus Egilsson og Andrass Johansen eru skaddir. Tríggir veteranar hava verið skaddir tað mesta av árinum. Teir eru Andrias H. Eriksen, Eli Falkvard Nielsen og Benjamin Heinesen.

 

HB – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00.