Hetta má steðgast við lóg

Bankar mugu ikki sleppa at flyta fleiri hundrað milliónir av landinum

BankNordik má ikki sleppa at flyta fleiri hundrað milliónir av landinum. Tað segði Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Tað er fallið honum fyri bróstið, at BankNordik ætlar at útluta partaeigarunum eitt vinningsbýti upp á 700 milliónir krónur. Tað fer nógv tann størsti parturin av landinum, tí partaeigararnir eru útlendskir.

 

Hann sigur, at sostatt ætlar BankNordik sær at útluta 700 milliónir í vinningsbýti næsta ár av einum yvirskoti, sum vanligi føroyingurin, og føroyskt vinnulív, hava skapt, men sum nu verður sogið úr føroyska samfelagnum, sum hann málbar seg. Og hann legði afturat, at hetta fer alt í lummarnar á útlendskum partaeigarum, sum als einki hava skapt í Føroyum av nøkrum sum helst slagi.

 

Hann minnir eisini á, at hetta letur landsstýrið sær lynda tí at Landið eigur ein triðing av bankanum. Hann sigur, at tað hevði svarað til at ein banki í Danmark hevði útlutað einar 72 milliardir til partaeigarar uttanlands, og hann er sannførdur um, at kom ein danskur banki í ta støðu, hevði tað verið tikið upp á Fólkatingi.

 

Hetta er ein katastrofa, men vit yppa bara øksl og standa sum ryssa yvir deyðum fyli tí landskassin fær ein part av vinningsbýtinum. Sjálvur heldur hann, at hetta ber ikku til og at Løgtingið átti at lóggivið mót hesum – og hann ætlar sær eisini at fylgja hesum upp.