Sammgongan eigur ikki at slitna av hesum, heltTorbjørn Jacobsen, tingmaður Tjóðveldisfloksins, sum kom heim úr Danmark til tingfundin týsdagin, tá misálitisuppskotið móti Jørgeni Niclasen skuldi koma fyri.
Hóast Torbjørn Jacobsen metir handfaringina av málinum at hava verið ógvuliga skeiva frá leiðsluni í landsstýrinum, sum hann tók til, heldur hann ikki, at eitt mál sum hetta eigur at hava eina stjórnarkreppu við sær.
Torbjørn Jacobsen væntar ikki, at ein nýggja samgonga millum eitt nú Fólkaflokkin og andstøðuna er serliga sannlík.
?Aftan á at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava reist eitt misálit á ein landsstýrismann, sum løgmaður ikki heldur hevur gjørt nakað skeivt, er ógvuliga lítið sannlíkt, at teir tríggir flokkarnir fara at gera eina samgongu upp á tað, sum hendir av einum misáliti á Jørgen Niclasen.
?Tí er mest sannlíkt, um hendan samgongan ikki heldur fram, at løgmaður skrivar nýval út, sigur Torbjørn Jacobsen. Í fyrstu atløgu rokni eg við, at samgongan heldur fram kortini, og í øðrum lagi vænti eg nýval.