Í dag er Jenis av Rana av donsku avvísini Information endurgivin fyri at siga soleiðis: »Meining Guds er, at vit, sum einstaklingar, skulu liva eitt trygt og friðarligt lív. Men ístaðin draga tey samkyndu eitt oyðileggjandi spor av mótloysi, drykkjuskapi, misbrúki, isolatión, eyðmýking og sjálvmorði eftir seg. Men tað kann ikki vera øðrvísi, tá ið mann ikki livir tað lív, man er skaptur at liva«.
Hetta hevur fingið sinnið í kók hjá fleiri, millum annað LGBT, sum umhugsar at melda Jenis av Rana.
Jenis av Rana fekk fimm spurningar frá einum journalisti, sum skrivaði eina grein um støðuna hjá samkyndum í Føroyum. Niðanfyri kanst tú lesa bæði spurningarnar hjá Information og svarini, sum Jenis av Rana gav.
»1) Hvorfor er du imod forslaget?
2) Hvad er der efter din mening forkert ved, at to personer af samme køn kan gifte sig? (måske er spørgsmålet allerede besvaret ovenfor)
Svar til 1 og 2:
Høvuðsendamálið við at giftast í kirkjuni er fyri at fáa Guds signing, men Gud signar ikki tað, sum gongur beint ímót ynskjum og forskriftum Hansara! Ein prestur, sum finnur uppá at signa eitt slíkt samband, lumpar tey, hann signar, tí hann gevur teimum eina falska trygd og eina falska signing. Hann gevur teimum eina signing frá sær sjálvum, ikki frá Gudi. Eina signing, sum Gud ikki stendur aftanfyri.
Grundleggjandi fyri hjúnalagið, er, at tað er treytað, - taltreytað, familjutreytað, aldurstreytað v.m. Tvs., at tú bert kann giftast við einum, krøv eru til hvussu tøtt familjubondini kunnu vera, tú kann ikki giftast við børnum og heldur ikki við djórum v.m. Hetta eru grundleggjandi krøv, sum tú finnur aftur gjøgnum tíðirnar og í flestu av heimsins londum. Royndirnar vísa, at verður byrjað at broyta grundleggjandi meginreglur, eisini í hesum málinum, er lætt at fara á glið. Hetta váttar gongdin í aktuella hjúnabandsmálinum eisini, tí vit síggja, at politikkarar eru, sum í álvara tosa um og grundgeva fyri at loyva at giftast við fleiri ( t.d. svenska Miljøpartiet ).
Í øldir hava kirkjur og samkomur staðið fyri hjúnavígslum og fyri katólsku og ortodoksu kirkjuna er hjúnalagið so heilagt, at tað verður mett sum eitt av sakramentunum, ein heiløg gerð, sum knýtir samfelag við sjálvan Skaparan.
Bæði í jødisku og islamsku skriftunum verður hjúnabandið eisini mett sum ein av Guði skapað og innsett fyriskipan. At broyta hjúnabandið til at vera annað enn millum mann og kvinnu, er ein uppgerð og háðan móti sjálvum Skaparanum. Í veruleikanum bjóðar tú Gudi og Hansara skapanarskipan av.
Giftarmálið er grundað á bíbliuna, m.a. tey brot vit lesa í 1. Mós.bók 1. 27 og 28 og Matteus 19. 4-6. Sum mann og kvinnu skapti Hann tey, gav teimum boð um at nørast og fylla jørðina. Og í matt. 19 lesa vit um, hvussu maðurin skal fara frá mòður og faðir, halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold. Ynskir man at halda fast við at verða eitt samfela bygt á kristna grundarstøði, og tað ynskja føroyingar, so inniber tað sjálvandi, at vit taka atlit til og fylgja teim leiðbeiningum skriftin gevur, og teim ynskjum Skaparin hevur.
Hjúnabandið er fyri hin trúgvandi tann hátturin Gud skapti til mann og kvinnu at liva saman eftir, og hvørs yvirskipaða mál er at nørast, fáa børn, og geva teimum ein tryggan barndóm og eitt trygt grundarstøði at byggja á og mennast útfrá.
Tað er ikki av tilvild, at fólk og tjóðir runt allan heim, og til allar tiðir, miðvíst hava valt at stuðla hjúnalagnum at vera millum mann og kvinnu. Orsøkin er jú, at hetta er einasti hátturin at tryggja komandi ættarlið og harvið framhaldandi lív á fold, tí samfelagið millum mann og kvinnu er jú einasta hátturin at skapa nýggjar heimsborgarar.
Hjúnalagið er ein trygd fyri barnið og komandi ættarlið. Á øllum øðrum samfelagsøkjum verður víst á týdningin av javnstøðu, t.e. týdningin av báðum kynum á t.d. arbeiðsmarknaðinum, í uppalingini av børnunum, í vøggustovum, barnagarðum, skúlum osv. Man tosar so rætt um, hvussu maður og kvinna stuðla, komplimentera, hvønn annan, mem so bráddliga, tá tað viðvíkur at vera foreldur, verður alt vent á høvdið. Nú, í hesum eina førðinum, verður argumenterað fyri, at tað er í lagi, at tvey av sama kyni uppala barnið- at eingin sum helst vandi er í tí! Her er av sonnum talan um hyklarí!
Eitt barn verður bert til í samfelagnum millum mann og kvinnu, og hevur krav uppá bæði mammu og ein pápa. Ein mamma er ikki før fyri at geva barninum tað, ið ein pápi kann, og somuleiðis kann ein pápi ikki geva tað, ið ein mamma er skapt til at geva- tað sum einans ein kvinna .
Hví broyta eina skipan, sum er so grundfest í fólkasálini og sum til fulnar og við stórum nøgdsemi tænir størsta partinum av íbúgvunum, einans tí at ein evarska lítil partur, sum á ongan hátt verður forðaður at liva tað lív teimum lystir, eisini hvat samlívi viðvíkur, ynskir hetta?
Bæði europadómstólurin og mannarættindardòmstólur ST's fyri børn leggja dent á rætt barnanna til at vaksa upp í einum tryggum og verjandi familjulívi saman við mammu og pápa, og at familjan er ein náttúrlig og grundleggjandi eind, sum eigur rætt til verju samfelagsins. Eisini verður staðfest, at tørvur og rættindi barnsins má koma fram um sjálvsøkin ynski teirra vaksnu, og at tað er ikki ein mannarættur at kunnu giftast við einum av sama kyni( europadóm-stólurin ).
3)
I Bibelen taler man om stening som mulig straf for seksuelle forsyndelser, om end Jesus i Det Nye Testamente får afværget en sådan stening med ordene om, at den der er syndfri, kan kaste den første sten. Et sådant skrifttro syn, hvor man følger skriftens ord til punkt og prikke, støder imidlertid sammen med de normer og familiemønstre, der gør sig gældende i nutidens samfund. Mener du, at homoseksualitet bør være strafbart eller bør man eksempelvis hjælpe dem til at komme på "rette vej"?
Svar til spurning 3:
Eg velji ikki at gera viðmerkingar til tað andaliga, sum tú byrjar spurningin við, bert minna á, at gamla og nýggja testamenti tosa um tveir sáttmálar, grundað-ir á hvør sítt grundstøði- og út frá tí mugu tey lesast. Má tó eisini minna á, at nutidens samfund, sum tú skrivar, høvdu verði munandi meira køld, kynisk og egoistisk og barbarisk, um ikki kristna trúgvin hevði lagt tað kærleikans, umsorgannar, tolsemis og sosiala grundarstøðið, sum samfeløg okkara byggja á.
Hagtøl, ið siga frá lívsdygd teirra, ið liva sum homosexuell, eru bæði ræðandi og syrgilig. Lív teirra, ið av Skaparanum var ætlað trygt og friðfult saman við Honum, ber eftir sær eina slóð av vónloysi, uppgevan og misbrúki. Sammett við tey, ið liva lív sítt sambært náttúruni, er bæði misnýtslan av rúsdrekka, rúsandi evnum og sjálvmorðsroyndir í hesum bólki tvífaldað. Vónloysi sermerkir hesi tøl, og tað av góðum grundum, tað kann ikki vera ørðvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva.
Dentur skal verða lagdur á, at hesi tøl eru frá umhvørvum, har fult út verður góðtikið at liva móti náttúruni. Um liviumstøðurnar í hesum umhvørvum verður sagt, at tær eru merktar av einsemi, skilnaði, vónloysi, kynismu, sjálvgóðsku, slatri, sexfocuseran, baktali, lokabrøgdum, isolatión, eyðmýkjan v.m.
Eg havi áður sagt frá manni, eg møtti í havnargøtum eitt kvøldið. Hann kom til mín og bað og bønaði um at fáa møguleika at koma til viðgerðar fyri homosexuellu tráanir sínar- tí, sum hann segði: eg orki ikki hetta lívið, eg stríðist við! Hjá honum var tað byrjað við ljótum misbrúki, av homosexuellum manni, í barnaárum.
Hjálpa vit hesum manni við at straffa hann ella við at normalisera tað ónormala, klappa honum á herðarnar og siga- hatta gongur nokk, tú ert skaptur soleiðis, lat okkum bara kalla tað normalt, hatta, tú stríðist við? Nei, tvørturímóti. Tað vildi verið at svikið hann, og slept honum uppá fjall, at latið hann staðið einsamallan við trupulleika sínum. Eitt viðgerðarstað, merkt av kærleika Guds, har grøðandi armar Frelsarans virka, vildu sett hendan, og mong við honum, í tað frælsi, sum tey kanska bert hava hoyrt onnur tosa um.
Hesi, sum eru komin út í frælsið, finna vit í dag runt alla heimin. Fylt av samkenslu og trúgv virka tey fyri at veita hjálp sína, og vónandi kunnu líðandi føroyingar skjótt uppliva virki teirra.
Ein teirra hoyrdu og lósu vit jú um í fjølmiðlum okkara fyri stuttum, ungur føroyingur, sum trúði, og royndi at prógva, at hann var skaptur homosexuellur. Men so møttust Frelsarin og hann, og alt broyttist.
4)
I Færøerne har man de seneste 5-10 år været vidne til en større tolerance overfor bøsser og lesbiske. Hvad synes du om denne udvikling?
Svar til 4:
Ikki samdur við tínum sjónarmiðum! Føroyar og føringar hava altíð, og hetta vátta slík, ið hava valt at liva sum homosexuell, ferð eftir ferð, verið tolsom móti ikki bert homosexuellum, men eisini øðrum, sum víkja frá. Tað, sum er broytt, er, at tosað verður meira opið um homosexualitet enn áður.
5)
Jeg har forstået, at tidligere færøske regeringskoalitioner er brudt sammen på grund af spørgsmålet om homoseksuelle. Kan du muligvis uddybe dette?
Svar til 5:
Føroyar hoyra, óivað vegna tað sterka andaliga grundarstøði, sum eyðkennir tjòðina og fólkið, við til tann ovurhonds stóra bólkin av londum, sum ikki ynskir at broyta lòggávu landsins, bert tí tað júst nú er politiskt korrekt. Vit kenna okkum sum land væl saman við teimum 188 av heimsins tjòðum, sum ikki falla teim til kníggja, sum royna at hótta okkum til at gera tað ónáttúrliga náttúrligt og at broyta normalitetshugtakið. Tey 14 av heimsins 202 londum, sum hava broytt lòggávu sína, hava ikki gjørt tað grundað á vit, skil, vísind ella sambart moralskari sannføring, men einans vegna manglandi støðufesti móti niðurbrótandi samfelagsligum átøkunum, sum talsfólkini fyri homosexualitets sjónarmiðini fremja. Higartil hava føroyskir politikkarar valt at fylgja leiðbeiningunum frá orði Guds framum at tekkjast monnum, vònandi fer tað at halda fram«.
Jenis av Rana fekk at vita, at hóast spurningarnir vórðu settir á donskum, so var hann vælkomin at svara á føroyskum.