– Hetta snýr seg um trygdina hjá ríkisfelagsskapinum

Nýggi Arktis-pakkin verður lagdur fram beint nú

USA og NATO hava í fleiri ár ynskt sær at hava meira yvirlit av økinum kring Føroyar - eisini kallað GIUK-økið. Nú tykist ynskið at vera á gáttuni til at blíva uppfylt, tí danska stjórnin letur 390 milliónir til at seta ein radara upp í Føroyum. Hetta er partur av einum stórum sokallaðum kapacitetpakka á 1,5 milliardir fyri Kongaríkið í Arktis, sum er blivin framlagdur fyri løtu síðani á tíðindafundi í Keypmannahavn.

Tað var danski verjiráðharrin Trine Bramsen, sum innleiddi tíðindafundin. Hon vísti á, at trygdin í Arktis er undir trýsti orsakað av stórrivaliseringini millum stórveldini, og at nógv áhugamál eru upp á spæl. Tí er tørvur á nýggjum kapaciteti til herin, bæði á sjónum og í luftini, segði hon.

– Hetta snýr seg um trygdina hjá ríkisfelagsskapinum, og at vit lyfta ábyrgdina hjá okkum. Hetta snýr pakkin til 1,5 milliard seg um, segði Trine Bramsen og vísti á, at trygdin er undir trýsti, tí nógv hava áhuga í Arktis.

– Politisk undirtøka úr Føroyum og Grønlandi er sjálvsagt heilt central í hesum sambandi. Tí er tað týdningarmikið við góðum og tøttum samstarvi við Føroyar og Grønland sum samstarvsfelagar, segði hon og legði aftrat, at hon sær fram til víðari dialog.

Søren Espersen frá Dansk Folkeparti segði soleiðis:

– Sjálvandi skulu Føroyar og Grønland koma við íkasti til NATO.

– Hetta er ein góð avtala, segði Martin Lidegaard frá Radikale Venstre, og hann nevndi specifikt radaran, tí hann kemur væl við í sambandi við eftirlitið. Hann segði eisini, at hann gleðir seg at hava víðari dialog við Føroyar.

##med2##

Radarin í Føroyum skal halda eyga við fremmandum maktum sum eitt nú russisk flogfør, ið flúgva í føroyska loftrúminum. Tí í princippinum kunnu bumbuflogfør flúgva framvið Føroyar móti t.d. USA ella Stórabretlandi - uttan at tað verður uppdagað. Hetta er orsakað av spentu støðuni í Arktis millum stórveldini USA, Kina og Russland, har øll trý hava áhuga í at gera seg galdandi í stóra økinum á hvør sín hátt. Tí er hernaðarligi aktiviteturin øktur munandi seinastu árini, og hetta endurspeglar nýggi kapacitetspakkin hjá Danmark eisini - og harvið eisini radarin í Føroyum.

Tað eru tó nógvir ósvaraðir spurningar í sambandi við hendan radaran, til dømis hvussu hann skal verða rikin, og um hann kann elva til møguligar avleiðingar. 

Radarin hevur annars fingið øði í nakrar føroyskar politikarar, tí teir vilja hava, at avgerðin um hendan radaran verður tikin í Føroyum - og ikki í Danmark av Fólkatinginum, sum teir vísa á. Løgmaður hevur tó gjørt greitt, at radarin verður bara settur upp, um føroyingar vilja tað. Danskir politikarar hava í fleiri førum áður eisini vissað um, at Føroyar verða hoyrdar í øllum, sum viðvíkir Føroyum í sambandi við Arktis og trygdarpolitikk. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, hevur sagt, at einki nýtt er í málinum um radaran, og at talan bara er um eina dagføring. Tí skilir hann ikki, hví tað kemur so óvart á summi, at danir játta pengar til radaran.

Trine Bramsen segði á tíðindafundinum, at hon hevur verið í positivum dialogi við føroysku myndugleikarnar um radaran.

Spurningurin er eisini, um Føroyar og Danmark hava nakað val - annað enn at siga ja til ynskið hjá USA. Mann skal minnast til, at hetta ikki er eitt ynski hjá Danmark, men at tað í síðsta enda kemur frá amerikanarum. Føroyar fáa jú militert skjól frá USA, og skuldi okkurt slap av álopið hent seg, so veit mann, hvør ansar sær. Føroyar eru gjøgnum Kongaríkið partur av vestaru samgonguni, og USA og NATO hava tí nakrar forvæntningar til, hvussu Kongaríkið loysir uppgávur í sambandi við Arktis. 

Tí er spurningurin eisini, um tað kann fáa okkurt slag av avleiðingum, um mann sigur nei til USA, tá USA ynskir okkurt. Men við at siga ja, kann mann hinvegin kanska vænta nakrar fyrimunir - hvør veit, kanska vit kunnu vænta betri handilsviðurskifti við eitt nú USA.