Hetta er ein merkiliga óvirðilig viðgerð. Tað heldur Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn, nú meirilutin í býráðnum hevur sett arbeiðið at byggja eina stórhøll í Havn.
Høllin skal vera við Stórutjørn og í hesum sambandi hevur meirilutin í býráðnum samtykt at játta 109 milliónir til ætlanina, sum er helvtin av tí, høllin kostar. Restina er ætlanin, at privata vinnulívið, grunnar, og onnur, skulu fíggja.
Men mannagongdin hjá meirilutanum í býráðnum, er rættilig fallið býráðslimum í minnilutanum fyri bróstið og tá ið býráðið viðgjørdi málið, helt Gunvør Balle, at hetta er eitt tað mest vanvirðiliga býráðsarbeiðið, hon yvirhøvur veit um.
Hetta er ein verkætlan fyri næstan 218 milliónir, men tað er bara viðgjørt á einum eykafundi í fíggjarnevndini hjá býráðnum – og tveir dagar seinni verður tað lagt fyri Býráðið. Tað merkir, at als ongar fyrireikingar eru gjørdar yvirhøvur og málið hevur heldur ikki fingið ta nevndarviðger eitt slíkt mál skal hava, tí allar nevndir eru lopnar um.
Ítróttarfeløgini, sum skulu brúka høllina, eru eisini lopin um, og tað eru arkitektarnir, sum hava gjørt uppskot um, hvussu økið við Stórutjørn skal byggjast, eisini.
Hon sigur, at hetta spreingir alt tað í luftina, sum býráðið einmælt hevur samtykt um Stórutjørn. Hon sigur, at við hesum fullkomiliga saboterar meirilutin alt tað, býráðið hevur samtykt einmælt, og hon skilur ikki, at meirilutin soleiðis, miðvíst, oyðileggur sítt egna arbeiðið.
Hon leggur dent á, at alt býráðið er samt um, at vit skulu hava eina stórhøll. Men eftir tí, býráðið hevur samtykt um Stórutjørn, skuldi stórhøllin liggja aftast og bústaðarbyggingin skuldi verða niðast, oman ímóti býnum. Men nú er alt broytt, tí eftir ætlanini hjá meirilutanum er høllin løgd í fremstu røð uppu við Stórutjørn og tað beinir fyri møguleikanum at gera eitt bústaðarøkið har uppi.
Gunvør Balle sigur, at samstundis leggur meirilutin ongan fíggingarleist fram, so eingin veit, hvussu ætlanin er at fíggja stórhøllina.
Meirilutin í býráðnum sigur, at ætlanin er, at ein sjálvsognarstovnur skal byggja, og eiga høllina og eitt síðani skal eitt felag stovnast at reka hana.
Gunvør Balle ivast í um tað er lógligt, at býráðið setir 100 milliónir í eina høll, sum býráðið ikki hevur ræðið á. Hon spyr eisini, hvør tað í roynd og veru verður, sum fær ræðið á høllini og ger av, hvørji tiltøk skulu vera har. Stendur stríðið ímillum ein landsdyst í hondbólti og eina stóra søluframsýning, hvør vinnur so, spyr hon.
Vit hava meiri um sama evni um eina løtu.