Børnini, sum ganga í triðja flokk, eiga at kunna vera í Badmintonhøllini eftir skúlatíð. Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin.
Summastaðni hava børnini í triðja flokki eitt tilboð frá kommununi. Tað er eitt tilboð, sum líkist frítíðarskúlanum, har børnini kunnu verða eftir skúlatíð.
Men í Badmintonhøllini er bara tilboð til fólk í 1. og 2. flokki, men nú heldur Tróndur Sigurðsson, at eitt tilboð eigur at verða har til børnini í triðja flokki eisini.
Hann sigur, at eftir tí, hann hevur fingið at vita, er at tað hevði verið kærkomið, bæði hjá børnum og foreldrum og hann leggur afturat, at kemur hetta ikki í lag í summar, fer hann sjálvur at reisa tað í býráðnum beint eftir summarferiuna.
Hann heldur, at hetta letur seg væl gera, uttan at tað kostar alla verðina. Tað kostar løn til nakrar pedagogar, men í fyrstu syftu kann kann hølistrupulluleikin annars loysast við at brúka arbeiðsskúrarnar, sum eru settir upp í sambandi við at skúlin á Fløtum verður bygdur.
Hinvegin verður tað neyðugt at byggja upp í badmintonhøllina, men fyribils kunnu arbeiðsskúrarnir loysa hølistrupulleikan, sigur Tróndur Sigurðsson.
Um eina løtu hava vit eina viðmerkingfrá Gunvør Balle, forkvinnu í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráði, har hon greiðir frá, hví hetta ikki letur seg gera.