Hetta umfarið var søguliga langt

Á vøllinum er spenningurin í toppinum tann sami, og á skrivaraborðinum átti spurningurin um veðrið og fótbóltin at verið viðgjørdur

17. umfar 2007 í bestu deildini gjørdist søguligt. Neyvan nakrantíð áður man tað vera komið fyri, at teir fimm dystirnir í einum umfari hava verið spældir yvir fýra leikdagar. Soleiðis var tað hesa ferð: KÍ-Skála leygardagin, NSÍ-GÍ og VB/Sumba-EB/Streymur sunnudagin, HB-AB týsdagin og B36-B71 mikudagin. Summarfestivalurin og nýggja graslíkið í Gundadali vóru orsøkin til, at tað umframt sunnudag eisini varð spælt hinar dagarnar.

Heima á landi hevur tað verið undantakið, at ikki allir dystirnir hava verið spældir um somu tíð. Aðra staðni er tað heilt vanligt, at dystirnir verða lagdir soleiðis. Orsøkin til hetta er fyrst og fremst at finna uttanfyri tey, sum beinleiðis hava við fótbóltin at gera..

Nú eru tað ikki fótbóltssambondini, sum sjálvi gera av, hvussu kappingin verður løgd. Fótbóltur er gott sjónvarpstilfar, og rásirnar, sum eiga rættindini at varpa frá fótbóltskappingum, gera av, nær dystirnir skulu spælast.

Danmark er gott dømi um hetta. Tað plagdi at vera soleiðis, at allir dystirnir vórðu spældir um somu tíð sunnudag. Nú verður spælt leygardag, tríggjar tíðir sunnudag og so aftur mánakvøld. Hesa ársins tíðina verða dystir eisini spældir mitt í viku. Tað kemst av altjóða luttøkuni hjá feløgunum.

Í Føroyum hevur tað verið sjálvfylgja, at umførini eru seinnapart sunnudag. Soleiðis er tað ikki í eitt nú Íslandi og Svøríki. Har hevur tað altíð verið undantakið, at allir dystirnir hava verið spældir seinnapartin sunnudag. Onkrir dystir eru í vikuskiftinum, men teir flestu eru mitt í viku. Tá ið síðstu umførini eru á skránni, verður sjálvandi spælt somu tíð.

Tað kennist hugaligari og meiri intenst, tá ið alt verður avgreitt í senn. Men tað eru eisini fyrimunir við at spjaða dystirnar yvir summarkvøldini. Fyri skrivaðu pressuna hevði tað ikki verið so galið, at fleiri dystir vóru mitt í viku. Tað hevði borið við sær, at arbeiðstrýstið ikki hevði verið so nógv savnað í vikuskiftinum, sum tað nú er.

Undir øllum umstøðum hevði tað verið skilagott, um ein meiri eyðsýndur veðurventilur hevði verið lagdur inn í kappingina. Tað er rættuliga forargiligt fyri bæði spælarar, venjarar, kassameistarar og onnur ábyrgdarfólk og áskoðarar, tá ið tað verður spælt og kappast undir umstøðum, sum ikki eru fótbólti verdugar.

Síðsta dømi um hetta var leygardagin, tá ið Skála við fylgi var í Klaksvík. Tá var veðrið soleiðis, at dysturin átti at havt verið útsettur. Í praksis hevði tað ongan týdning havt, um skálafólk fóru til hús leygardagin og koyrdu hálva tíman norður aftur sunnudagin, mánakvøldið ella týskvøldið.

Í Føroyum er tað soleiðis, at um tað er ódnarveður ein dag, so er tað ógvuliga sannlíkt, at veðrið verður heilt gott næstu dagarnar. Síðani sunnudagin hava líkindini at spæla fótbólt í Klaksvík verið framúr.

Í sjálvari kappingini stendur tað verri til hjá teimum undir strikuni, enn tað gjørdi undan hesum umfarinum. VB/Sumba vísti góðan hugburð, men misti á stokkinum, og AB hevði heilt lítið at bjóða upp á, tá ið argjamenn taptu stórt ímóti HB. At KÍ samstundis fekk fult ber við sær, at botnliðini í trimum av teimum tíggju umførunum, sum eru eftir, skulu fáa fulla úrtøku, meðan klaksvíkingar einki fáa.

Oddaliðini vunnu bæði, og EB/Streymur og HB gjørdu eisini sítt. Um HB vinnur sunnudagin í Streymnesi, so verða meistararnir av álvara við í kappingini um heiðursmerkini.

Allir dystirnir í 18. umfari eru ásettir at vera somu tíð sunnudagin, tá ið eingin dystur verður í Gundadali: EB/Streymur-HB, AB-NSÍ, GÍ-KÍ, Skála-B36 og B71-VB/Sumba.