Heimsins sterkasti maður 1989, Jamie Reeves úr Sheffield, var millum luttakararnar í The Atlantic Giant 1998. Í ár var Jamie so dómari í kappingini, tí bretin er meiri ella minni givin við at kappast, og ístaðin hevur IFSA, sum er altjóði felagsskapurin fyri sterkar menn, gjørt Jamie til ein av sínum dómarum.
Regin er á veg fram
Jamie Reeves sigur við Sosialin, at kappingin í ár var munandi meiri spennandi og javnari enn tann í fjør. At kappingin er skipað yvir tveir dagar, ger eisini, at avrikini hjá luttakarunum vera betur, tí teir fáa hvílt seg meiri, sigur stóri bretin. Somuleiðis er hetta betur fyri sjónvarpið, tí teir tá fáa fleiri og fjølbroyttari myndir at vísa hyggjarunum, heldur Jamie Reeves.
Um avrikið hjá Regini Vágadal, sigur Jamie Reeves, at føroyingurin so avgjørt er á veg fram millum teir allarfremstu, hóast avrikið hjá honum í The Atlantic Giant 99 sjálvsagt gerst betur av, at hann er á heimavølli.
At Joku Ahola vann kappingina, var ikki óvæntað, heldur Jamie Reeves, tí finnin er ein framúr ítróttarmaður, sum stendur seg væl í øllum kappingargreinum. Reeves sigur, at tað er ein avgjørdur fyrimunur fyri Ahola, at hann hevur roynt seg innan bæði íshockey, vektlyfting, fótbólt og annan ítrótt áður.
Fer nú til Hawaii
Eisini dómararnir hjá IFSA hava nógv um at vera, og um nakrar fáar vikur fer Jamie Reeves til sóloyggjarnar Hawaii at vera dómari í einari stórari kapping har. Tá vera Joku Ahola og Magnus Samuelson eisini millum luttakararnar.
Jamie Reeves er tó ikki heilt givin sum ítróttarmaður, tí hann venur framvegis vektlyfting, eins og hann eisini er farin undir at glímast. Fyrikomandi bretin er væl dámdur millum luttakararnar, og ikki er óhugsandi, at hann fer at koma aftur at døma her komandi ár.