Team Klaksvík-spælarin, Sámal á Tjaldrafløtti, varð innskiftur í fyrra hálvleiki í HM-undankappingardystinum ímóti Ukreina í dag, og høgri bakkurin tók av møguleikanum og skeyt trý mál.
Hann ásannar tó, at Føroyar í 30-22-tapinum í dag møttu einum sterkari liði. Persónliga var hann annars óttaleysur og segði eftir dystin, at hann heldur vildi skjóta einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið.
Hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði við Sámal á Tjaldrafløtti, omanfyri.