Hetta var eitt stórt vónbrot

- Hetta var eitt øgiliga langt vikuskifti hjá mær, men vit herja á aftur næsta ár

- Hetta gekk ikki sum ætlað.

Tað ásannar Ólavur í Geil. Hann er ein av teimum, sum fyriskipa stóru fólkafundirnar, sum hava verið um heystið hesi seinastu árini.

 

Men í ár má Ólavur í Geil viðganga, at fundurin, sum var í ítróttarhøllini í Havn fríggjadagin og leygardagin, miseydnaðist fullkomiliga.

 

Tað vóru færri framsýnarar enn vant, og onkur av teimum pakkaðu saman longu fríggjakvøldið, og komu ikki aftur leygardagin. Og summir framsýnarar søgdu, at teir ætla heldur ikki nakrantíð at koma aftur. Samstundis vóru tað nógv færri tiltøk á fólkafundinum enn vanligt, og tað var næstan einki fólk á fundi heldur.

 

- Eg eri vónbrotin og keddur og hetta var eitt langt vikuskiftið hjá mær, sigur Ólavur í Geil.

 

Men hann staðfestir somuleiðis, at tey eru til reiðar at herja á aftur og næsti fólkafundur er settur at vera 16. og 17. september næsta ár. Hinvegin verður tað treytað av nóg góðari luttøku og har er Ólavur í Geil bjartskygdur, hóast tað miseydnaðist í ár.

 

Tað er tó greitt, at fundurin verður ikki í Havn, næsta ár. Hvar hann verður, veit hann ikki, men tríggjar kommunur hava longu bjóðað seg fram. Hann vil ikki siga, hvørjar tær eru, tí tað verður stutt eftir nýggjár, at tað verður avdúkað, hvar hann verður.

 

- Men kanska er tað so, at fólkafundurin riggar betri á bygd enn í Havnini og tað er sjálvandi eisini ein spurningur, vit fara at meta um, sigur fyriskiparin.

 

Sjálvur dugir Ólavur í Geil ikki at siga, hví fundurin miseydnaðist í ár og fyrireikararnir fara nú at eftirmeta støðuna.

 

Eitt, sum minst annaðhvørt fólk, sum var á fundi, segði, var, at tey vitstu ikki av fundinum, men høvdu bara hoyrt um hann av tilvild.

 

Ólavur í Geil sigur, at marknaðarføringin og kunning í ár, var at kalla tann sama, sum hini árini. Sjálvur fekk hann eisini at vita, at kunningin hevði verið alt ov vánalig, so tað er sjálvandi ein spurningur, sum verður tikin upp, nú fundurin verður eftirmettur.

 

- Men ein orsøk til, at tað vóru so fá fólk, var kanska, at løgtingsval hevur akkurár verið og at fólk eru rætt og slætt troytt, sigur Ólavur í Geil.