info
Ongi úrslit

Hetta var heilt forferdiligt

Eg havi ikki sovið væl í nátt av springaradrápinum í gjár, men síðsta orðið er ikki sagt enn, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum

Áki Bertholdsen
13. september 2021 kl. 11:21

Hatta var heilt forferdiligt, tí alt, sum kundi ganga galið, tað gekk eisini galið. Tað sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.

Sjálvur visti hann einki um drápið fyrr enn í gjárkvøldið, tá ið grindamenn og onnur fóru at ringja til hansara, og í morgun er hann eisini ringdur niður av skelkaðum og vónbrotnum grindamonnum. Og tað eru ikki so fáir, sum hava ligið í andvekri í nátt av tí, sum fór fram á Skálafjørðinum í gjár – og tað hevur Ólavur Sjúrðarberg eisini.

Tað er nógv, sum Ólavur Sjúrðarberg ikki skilur av tí, sum fór fram í gjár. Springararnir vórðu sæddir í Kalsoyarfirði, men so verða teir riknir fram við fleiri hvalvágum heilt suður á Skálafjørðin. Ólavur Sjúrðarberg heldur, at tað er ræðuligt, og hann heldur eisini, at tað hevði komið undir hugtakið djórapínsla at reka hval longri enn neyðugt.

Men yvirhøvur sigur hann, at har var talan um so nógvar springarnar, at tað er so skjótt at missa tamarhaldið á støðuni. Her er talið so stórt, at tað er eisini skjótt at missa tamaraldið á býtinum.

– Vit skulu ikki fara undir at reka eina grind, sum er so stór, at tað ikki ber til at fáa lívið av henni upp á ein forsvarligan máta og at býta hana, sigur Ólavur Sjúrðarberg. Tað ringasta, sum kann henda, er, at alt ikki verður tikið upp, sigur hann. Tí heldur hann avgjørt, at myndugleikarnir áttu at umhugsa at latið hesar springararnar farið.

– Eftir myndunum at døma var nokk av bátum á fjørðinum, men tað var ov lítið av fólki á landi, og tað er ein stórur trupulleiki.

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun fingu grindaformenn á Skálafjørðinum ikki boð. Les meiri um tað her: Grindaformaður er skelkaður av drápinum í gjár.

Tað heldur formaðurin í Grindamannafelagnum vera langt úti. Hann sigur, at hendan grindin varð rikin so langt, at grindamenn á fleiri grindaplássum átti at fingið boðini.

Ólavur Sjúrðarberg ivast kortini ikki í, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli, tí hann er sannførdur um, at hetta eigur at verða eftirmett. Um ikki onkur annar tekur stig til tað, fer Grindamannafelagið at gera tað, sigur hann, tí ein hending sum hendan kann ikki fara aftur við borðinum uttan nakað, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Västerås tapti á Gamla Ullevi leikvøllinum

13 minuttir síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

43 minuttir síðan
Tíðindi

Trump lovar russiskt diesel til sperdar amerikanarar

1 tími síðan
Hondbóltur

Teis mátti lúta fyri sínum gomlu liðfeløgum

1 tími síðan
Tíðindi

Grønland kann avtaka summartíð longu næsta ár

1 tími síðan
Tíðindi

SMS: Neistin vann á StÍF

2 tímar síðan
Ítróttur

Stórt altjóða judovikuskifti í Havn

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann stórsigur á Ferizaj

2 tímar síðan
Tíðindi

Vance fer ikki at hyggja um av­rætt­ing verð­ur send bein­leiðis

3 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta bjargaði 45 prosent av málroyndunum tá Skuru tryggjaði sær fyrsta sigurin

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Pætur tryggjaði StÍF javnleik í seinasta sekundinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Pápi krevur svar eftir deyðiligan harðskap – Mette Frederiksen játtar fund

5 tímar síðan