(VESTMANNA) Fríggjakvøldið var stuttligt at síggja, hvussu vinstri vongur hjá vestmenningum, Martin Hummeland, gav finnum grá hár í høvdið við sínum skjóta fótskifti og sera neyvu málroyndunum av vonginum. Leygardagin gekst tað hjá Martini, sum hjá restina av liðnum hjá VÍF, stak illa í hond, og tá ið vit hittu hann beint eftir dystin, sást tað týðuligani, at hann var ikki sørt skuffaður yvir avrikið hjá vestmenningum.
Einki hugflog í álopinum
Martin helt eftir dystin, at tað var í álopinum, at vestmenningar taptu dystin. Serliga helt hann, at tað gekk illa í seinna hálvleiki av seinna dystinum, og tá gekk tað als ikki hjá VÍF at fáa bóltin í mál. Vestmenningar skoraðu bara tvær ferðir fyrstu 22 minuttirnar av seinna hálvleiki, og eitt skifti skoraðu teir ikki í tíggju minuttir. Martin segði eftir dystin, at tað tóktist, sum um eingin tordi at taka ábyrgd í álopinum og royna seg við skoti upp á mál.
At málverjin hjá finnum stóð nógv betur í seinna dystinum, hevði eisini, sambært Martini, við sær, at leikararnir hjá VÍF ikki tordu at skjóta upp á mál, og um teir gjørdu, so royndu teir at seta skotini so uttarlaga, at málverjin ikki fekk fatur á teimum, og tískil fóru nógvar royndir við síðuna av málinum. Somuleiðis helt Martin Hummeland, at álopið hjá vestmenningum vantaði tað neyðuga hugflogið í seinna dystinum.
Sum vera man var Martin, eins og hinir leikararnir hjá VÍF, harmur um, at teir ikki høvdu spælt seg víðari, tí tað hevði ført við sær, at VÍF hevði farið ein túr suður í sólina á Madeira og leikt ímóti portugisisku steypavinnarunum. Hann helt, at vestmenningar væl høvdu kunnað vunnið á finnum, men teir vóru tó ikki heilt vónbrotnir um tapið.
Hetta fer ikki at taka mótið frá vestmenningum, áðrenn farið verður undir landskappingina, tí sum Martin sjálvur sigur, so hava teir vant so nógv og hart, og teir kenna seg at vera rættuliga væl fyri. Tó helt Martin, at tað merktist væl í beinunum leygarkvøldið,at teir høvdu spælt ein strævnan dyst kvøldið fyri, og tískil vóru teir eitt sindur troyttir í seinna dystinum.