Fótbóltur
Einki er at siga til, at fagnaðurin í NSÍ leguni var stórur eftir sigurin á oddaliðnum. Hetta bar við sær, at fjarstøðan til toppin nú bara er trý stig. Um EB/Streymur var farin við øllum, so hevði munurin verið níggju stig.
- Vit hildu allar avtalurnar í 1. hálvleiki. Sammett við fyrr í ár, so fluttu vit nógv fólk fram, tá ið vit fóru í álop. Harvið vóru møguleikarnir fleiri at spæla. Fyrimunirnir í hesum sóust aftur í sambandi við øll trý málini, sigur væl nøgdi NSÍ venjarin Trygvi Mortensen.
Hann er stak væl nøgdur við avrikið í 1. hálvleiki. Samstundis ásannar hann, at tað gjørdist óneyðuga spennandi síðstu løtuna:
- Vit høvdu roknað við, at teir fóru at flyta Egil á Bø fram í álopið, men vit høvdu ikki roknað við, at teir fóru at gera tað beinanvegin eftir steðgin. Teir leggja langar sendingar fram, og vit hava ávísar trupulleikar. Samstundis haldi eg, at vit eftir steðgin ikki vóru nóg tolnir, tá ið vit fingu bóltin. Men hetta skal ikki skugga yvir, at okkara spælarar alt í alt vístu fínan hugburð og í 1. hálvleiki gott avrik, staðfestir NSÍ venjarin.
Trygvi Mortensen fegnast um, at teir framvegis eru við í toppstríðnum:
- Hinir hava so at siga bíðað eftir okkum. Hesa ferð høvdu vit knívin á barkanum, tá ið hugsað verður um oddastríðið, og spælararnir skulu eiga alt rós frá mær fyri, at teir loystu uppgávuna til fulnar.